Lurta
Mammur
 
Umsókn og skjalprógv
Fyri at fáa barsilspening mást tú fylla út og senda Barsilsskipanini eitt serligt umsóknarblað.

Áðrenn barnsburð
Um tú søkir um barsilspening fyri tíðarskeiðið 4 vikur áðrenn metta føðing, skal avrit av teiginum “Ultralydfastsat dato/termin” í vandrejournalini sendast við umsóknini.

Um tú søkir um barsilspening fyri tíðarskeiðið áðrenn 4 vikur áðrenn metta føðing, skal “Váttan í samband við sjúku hjá barnakonu ella vanda fyri fosturskaða” (læknaváttan) sendast við umsóknini.

Barsilsskipanin rindar útreiðslur til læknaváttan.

Eftir barnsburð

Søkir tú um barsilspening fyri tíðarskeiðið eftir barnsburð, skal váttan fylgja við umsóknini, um nær barnið er føtt (fráboðan um barnsburð).

Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at Barsilsskipanin hevur gjørt avtalu við jarðamøðurnar í Føroyum um, at um mamman ynskir tað, senda jarðamøðurnar Barsilsskipanini fráboðan um barnsburðin.

Ættleiðing

Saman við umsóknini skal fyriliggja ættleiðingarváttan frá Ríkisumboðnum um, nær barnið er ættleitt (móttøkudagfesting).
Verður søkt um barsilspening upptil 4 vikur áðrenn móttøku, skal skjalprógvast nær ferðin eftir barninum er byrja. T.d. ferðaseðil.

Sjálvstøðug vinnurekandi
Sjálvstøðug vinnurekandi skulu ikki senda annað skjalprógv inn við umsóknini enn omanfyristandandi.

Løntakari við B-inntøku
Saman við umsóknini skulu fyriliggja lønarseðlar fyri seinastu 12 mánaðirnar áðrenn barsilsfarloyvið.

Norðurlendingar, ið arbeiða í FAS-skipanini
Norðurlendingar, ið arbeiða í FAS-skipanini, skulu ikki senda annað inn við umsóknini enn omanfyristandandi.

14-daga freist
Er umsóknin ikki í lagi, verður skriv sent tær, har heitt verður á teg um at útvega neyðugu upplýsingarnar innan 14 dagar frá tí degi, tú móttók skrivið frá Barsilsskipanini. Hevur Barsilsskipanin ikki móttikið neyðugu skjølini innan hesa freist, fellur umsóknin burtur.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013