Lurta
Barsilspening ella løn?
 
 
Hevur tú sambært lóg og/ella sáttmála rætt til løn frá arbeiðsgevaranum alt farloyvistíðarskeiðið, er tað arbeiðsgevarin, ið skal søkja um at fáa lønina endurrindaða frá barsilsskipanini.
Hevur tú hinvegin rætt til løn ein part av farloyvisskeiðinum, søkir arbeiðsgevarin fyri tíðarskeiði hann rindar tær løn og tú søkir fyri tíðarskeiði, ið tú ikki hevur rætt til løn.

Tú fært løn sum vanligt frá arbeiðsgevaranum í tíðarskeiðinum, sum lóg og sáttmáli gevur tær rætt til.

Hevur tú hinvegin ikki rætt til løn frá arbeiðsgevaranum, søkir tú um barsilspening frá Barsilsskipanini fyri tað tíðarskeiðið, ið tú ikki hevur rætt til løn.
 
Sáttmálar og mannagongdir á arbeiðsplássum eru ymisk. Eru ivamál um tú hevur rætt til løn ella barsilspening, kanst tú spyrja arbeiðsgevara tín ella møguligt fakfelag, hvørji rættindi tú hevur.
 
 
Yvirlit yvir sáttmálar á heimasíðuni hjá Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum sæst her >
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013