Lurta
Gjaldskylda
 
 
Hvør persónur, millum 16 og 67 ár og sum er fult skattskyldugur í Føroyum, rindar inn til Barsilsskipanina. Barsilsgjaldið verður rindað av A-inntøkuni.

Um persónurin ikki er búsitandi í Føroyum, kann viðkomandi, eftir umsókn, sleppa undan gjaldskyldu.
Inntøkur undantikar gjaldskyldu:
  • Fólka- og fyritíðarpensjón
  • Aðrar skattskyldugar almannaveitingar, tó ikki dagpening eftir dagpeningalógini
  • Tænastumannapensjónir og aðrar líknandi eftirlønir
  • Uppihaldspeningur sambært hjúnabandslógini
  • Barnapeningur sambært "lov om børns retsstilling"
  • A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini
  • A-inntøku til avmarkaða skattskyldu umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
Undantøka eftir verður veitt eftir umsókn, og undantøkan hevur virknað frá tí degi, umsóknin er móttikin.

Inngjaldið til Barsilsskipanina er 0,71%.

Barsilsgjaldið fellur til gjaldingar, samstundis sum tey gjaldskyldugu rinda ella fáa A-inntøku. Áðrenn
A-inntøkan verður útgoldin, skal inngjaldið avroknast.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013