Lurta
At søkja um barsilspening

 
Rætt til barsilspening
Høvuðstreytin er, at tú hevur fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum og er um barnið í tíðarskeiðnum, søkt verður um barsilspening. Harafturat skal tú hava havt A-inntøku seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvið byrjar, og ikki rætt til løn frá arbeiðsgevaranum í farloyvistíðarskeiðinum, les meira >

Lesandi hava rætt til Barnsburðarfarloyvisstudning frá Studni, les meira >


Ættleiðing
Mamma, sum ættleiðir barn, hevur rætt til barsilspening frá Barsilsskipanini. Í høvuðsheitum eru reglurnar tær somu sum fyri mammu, sum hevur átt barn. Tó eru frávik viðvíkjandi tíðarskeiðnum, les meira >

Sjálvstøðug vinnurekandi
Ert tú sjálvstøðug vinnurekandi er eisini møguleiki fyri at fáa barsilspening, les meira >

Løntakari við B-inntøku
Um tú hevur B-inntøku er eisini møguleiki fyri at fáa barsilspening, les meira >

Norðurlendingur, ið arbeiðir undir FAS-skipanini
Um tú ert Norðurlendingur, ið siglir við skipi, ið er skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS) er eisini møguleiki fyri at fáa barsilspening, les meira >

Um barnið doyr
Mamma, sum eigur deyðføtt barn, ella um barnið doyr, hevur rætt til barsilspening frá Barsilsskipanini. Í høvuðsheitum eru reglurnar tær somu sum fyri mammu, sum um barnið var á lívi. Tó eru frávik viðvíkjandi tíðarskeiðnum, les meira >


Nær kann eg søkja?
Einki mark er fyri, hvussu tíðliga tú kanst lata umsókn tína inn. Tó verður umsóknir ikki viðgjørdar fyrrenn farloyvi byrjar.

Tey, ið eru í ALS, kunna ikki lata umsóknina inn fyrrenn beint áðrenn farloyvi byrjar. Sambært fráboðan frá ALS, hava tey ikki møguleika, at vátta umsóknina áðrenn hettar.

Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini innan 6 mánaðir eftir barnsburð.

Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur. Barsilsskipanin hevur onga heimild til at víkja frá umsóknarfreistini.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013