Lurta
Tíðarskeið

 
Barsilslógin broytt 1. januar 2018 
Barsilslógin varð broytt 1. januar 2018, og eru vikurnar lýstar niðanfyri eftir nýggju lógini. Gamla lógin var galdandi til og við 31. desember 2017. Høvuðsbroytingarnar eru, at foreldur fáa rætt til 2 vikur afturat við barsilspeningi, og at Barsilsskipanin verður eftirlønargevandi. 

Áðrenn barnsburð 
Tú hevur rætt til útgjald frá Barsilsskipanini frá tí degi, mett verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí løtu, tú við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella teg sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð.

Eftir barnsburð
Tú hevur rætt til útgjald frá Barsilsskipanini í tilsamans 42 vikur eftir barnsburð, innan fyrstu 46 vikurnar eftir barnsburð.

Fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð hevur tú rætt til barsilspening. Pápin eigur rætt til 4 vikur við barsilspeningi saman við tær innan 46 vikur eftir barnsburð. Seinastu 28 vikurnar kunnu verða nýttar bæði av tær og pápanum, tó bert av einum av foreldrunum í senn. T.v.s. at um tú fert í farloyvi seinastu 28 vikurnar, so kann pápin ikki samstundis vera heima við barsilspeningi ella við løn frá arbeiðsgevara. Tó kann hann verða heima í feriu við løn.
 
Ert tú einlig, hevur tú rætt til barsilstíðarskeiðið, ið serliga er avsett til pápan. T.v.s. at einlig hava rætt til barsilspening til 46 vikur eftir barnsburð, innan fyrstu 46 vikurnar eftir barnsburð.

Foreldur, ið fáa fleiri børn undir sama barnsburði, hava rætt til 4 vikur afturat samlaða barsilsfarloyvinum. Vikurnar skula takast innan 50 vikur eftir barnsburð.

Foreldur, ið fáa barn áðrenn 32. viku í viðgongutíðini, hava rætt til 8 vikur afturat samlaða barsilsfarloyvinum. Vikurnar skula takast innan 54 vikur eftir barnsburð.

Eftir hesar vikur, hava foreldur ein lógartryggjaðan rætt til, at vera heima hjá barninum í 52 vikur eftir barnsburð. Er barn er føtt áðrenn 32. viku í viðgongutíðini, hava foreldur ein lógartryggjaðan rætt til, at vera heima hjá barninum í 54 vikur eftir barnsburð.
Tó rindar Barsilsskipanin ikki barsilspening eftir viku 46/50/54 eftir barnsburð.

Um barnið doyr
Um barnið doyr ella er deyðføtt, hevur tú somu rættindi, sum um barnið var á lívi. Tó kunnu vikurnar frá 14. viku eftir barnsburð bert nýtast av mammuni. Læknin skal í tílíkum førum váttað, at talan er um ein barnsburð.

Ættleiðing
Foreldur, ið ættleiða, hava rætt til barsilspening í tilsamans 50 vikur eftir móttøku. Av teimum 50 vikunum kunnu foreldrini fáa barsilspening samstundis í 4 vikur. Tó kann tað foreldrið, ið ikki fær barsilspening, verða heima í feriu við løn.
Eisini hava foreldur, ið ættleiða, rætt til barsilspening samstundis í upp til 4 vikur áðrenn móttøku.
Treytin fyri barsilspening hettar tíðarskeiði er, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.

Eftir hesar vikur, hava foreldur ein lógartryggjaðan rætt til, at vera heima hjá barninum í tilsamans 56 vikur eftir móttøku. Tó rindar Barsilsskipanin ikki barsilspening eftir viku 50 eftir móttøku.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2018