Lurta
Pápar
 
Umsókn og skjalprógv
Fyri at fáa barsilspening mást tú fylla út og senda Barsilsskipanini eitt serligt umsóknarblað. Saman við umsóknarblaðnum skal váttan fylgja við, um nær barnið er føtt (fráboðan um barnsburð) um hendan ikki er móttikin áðrenn.

Ættleiðing
Saman við umsóknini skal fyriliggja ættleiðingarváttan frá Ríkisumboðnum um, nær barnið er ættleitt (móttøkudagfesting).
Verður søkt um barsilspening upptil 4 vikur áðrenn móttøku, skal skjalprógvast nær ferðin eftir barninum er byrja. T.d. ferðaseðil.

Sjálvstøðug vinnurekandi
Sjálvstøðug vinnurekandi skulu ikki senda nakað skjalprógv inn við umsóknini.

Løntakari við B-inntøku
Saman við umsóknini skulu fyriliggja lønarseðlar fyri seinastu 12 mánaðirnar áðrenn barsilsfarloyvið.

Norðurlendingar, ið arbeiða í FAS-skipanini
Norðurlendingar, ið arbeiða í FAS-skipanini, skulu ikki senda nakað skjalprógv inn við umsóknini.

14-daga freist
Er umsóknin ikki í lagi, verður skriv sent tær, har heitt verður á teg um at útvega neyðugu upplýsingarnar innan 14 dagar frá tí degi, tú móttók skrivið frá Barsilsskipanini. Hevur Barsilsskipanin ikki móttikið neyðugu skjølini innan hesa freist, fellur umsóknin burtur.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013