Lurta
Tíðarskeið

 
Barsilslógin broytt 1. januar 2018 
Barsilslógin varð broytt 1. januar 2018, og eru vikurnar lýstar niðanfyri eftir nýggju lógini. Gamla lógin var galdandi til og við 31. desember 2017. Høvuðsbroytingarnar eru, at foreldur fáa rætt til 2 vikur afturat við barsilspeningi, og at Barsilsskipanin verður eftirlønargevandi. 

Eftir barnsburð
Tú hevur rætt til barsilspening í upp til 4 vikur innan fyrstu 46 vikurnar eftir barnsburð. Tó kann tíðarskeiðið ikki vera minni enn ein vika. 

Seinastu vikurnar frá viku 14 eftir barnsburð, kunnu nýtast bæði av tær og mammuni, tó bert av einum av foreldrunum í senn. T.v.s. at um tú fert í farloyvi seinastu 28 vikurnar, so kann mamman ikki samstundis vera heima við barsilspeningi ella við løn frá arbeiðsgevara. Tó kann hon vera heima í feriu við løn.

Ert tú einligur, hevur tú rætt til barsilstíðarskeiðið, ið er avsett til mammuna. T.v.s. at einlig hava rætt til barsilspening upp til 46 vikur eftir barnsburð.

Foreldur, ið fáa fleiri børn undir sama barnsburði, hava rætt til 4 vikur afturat samlaða barsilsfarloyvinum. Vikurnar skula takast innan 50 vikur eftir barnsburð.

Foreldur, ið fáa barn áðrenn 32. viku í viðgongutíðini, hava rætt til 8 vikur afturat samlaða barsilsfarloyvinum. Vikurnar skula takast innan 54 vikur eftir barnsburð.

Eftir hesar vikur, hava foreldur ein lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í 52 vikur eftir barnsburð. Tó rindar Barsilsskipanin ikki barsilspening eftir viku 46/50/54 eftir barnsburð.

Um mamman doyr ella er álvarsliga sjúk
Um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarsliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum, hevur tú rætt til barsilspening tær 14 vikurnar eftir barnsburð, ið eru avsettar til mammuna. Treytin fyri, at faðir at barni kann fáa barsilspening í hesum tíðarskeiðnum er, at mamman ikki nýtir rætt sín at fáa barsilspening frá Barsilsskipanini.

Um barnið doyr
Um barnið doyr ella er deyðføtt, hevur tú somu rættindi sum um barnið var á lívið. Tó kunnu vikurnar frá 14. viku eftir barnsburð bert nýtast av mammuni. Læknin skal í tílíkum førum vátta, at talan er um ein barnsburð.

Ættleiðing

Foreldur, ið ættleiða, hava rætt til barsilspening í tilsamans 50 vikur eftir móttøku. Av teimum 50 kunnu foreldrini fáa barsilspening samstundis í 4 vikur. Tó kann tað foreldrið, ið ikki fær barsilspening, vera heima í feriu við løn.
Eisini hava foreldur, ið ættleiða, rætt til barsilspening samstundis í upp til 4 vikur áðrenn móttøku.
Treytin fyri barsilspening hettar tíðarskeið er, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum

Eftir hesar vikur, hava foreldur ein lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í tilsamans 56 vikur eftir móttøku. Tó rindar Barsilsskipanin ikki barsilspening eftir viku 50 eftir móttøku.

Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2018