Lurta
Flyting

 
Flyting til Føroya
Flytir tú til Føroya úr einum norðurlandi, er møguligt at søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini. Fyri at rokna útgjaldið, er neyðugt at útvega Barsilsskipanini avrit av lønarseðlum fyri teir síðstu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvið byrjar.

Hevur tú rætt til dagpening ella annað endurgjald fyri inntøkumiss úr norðurlandi, sjálvt um tú ert fluttur til Føroya, hevur tú ikki rætt til barsilspening frá Barsilsskipanini fyri sama tíðarskeið.

Váttan frá fráflytingarkommununi um, at tú ikki hevur rætt til pening frá fráflytingarlandinum, skal sendast Barsilsskipanini.

Hevur tú vunnið A-inntøku úr Føroyum seinastu 12 mánaðirnar áðrenn barsilsfarloyvi byrjar, kann hendan inntøkast takast við í støddini av útgjaldinum. A-inntøka vunnin í Føroyum seinastu 12 mánaðirnar áðrenn barsilsfarloyvið skal ikki skjalprógvast. Barsilsskipanin fær hesar upplýsingarnar til vega frá TAKS.

Flyting úr Føroyum
Flytur tú úr Føroyum til annað norðurland eftir barsilspeningur er játtaður, hevur tú rætt til at halda fram við, at fáa barsilspening úr Føroyum við teimum treytum, ið vóru galdandi tá ið barsilspeningurin var játtaður. Verður flutt til onnur lond enn norðurlond, hevur tú ikki rætt til at halda fram við, at fáa barsilspening úr Føroyum.

Boðast skal skrivliga frá flyting til annað land, áðrenn flutt verður.

Flytur tú til til annað norðurland og heldur fram við at fáa barsilspening, skal skattur av barsilspeninginum møguliga ikki rindast Føroyum, men í bústaðarlandinum. Fráboðan frá bústaðarlandinum um hettar, skal verða sent TAKS skjótast gjørligt eftir flyting. Skattur av barsilspeningi verður ikki broyttur afturvirkandi. Í Danmark eitur fráboðanin bopæls- og skatteattest/forhold og fæst hjá kommununi, ið flutt verður til.


Víst verður til Nordisk Konvention om Social Sikring hesum viðvíkjandi.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013