Lurta
At søkja um barsilspening

 
Rætt til barsilspening
Tú hevur, sum høvuðsreglu, rætt til barsilspening, um tú rindar løntakara A-inntøku í sambandi við barsilsfarloyvi. Rætturin til barsilspening er eisini treytaður av, at løntakarin hevur fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum, hevur havt A-inntøku seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvi byrjar og er um barnið tíðarskeiði, ið tú søkir um barsilspening fyri.

Ættleiðing
Arbeiðsgevari, ið rindar A-inntøku til foreldur, ið ættleiða og fara í barsilsfarloyvi, hevur eisini rætt til barsilspening frá Barsilsskipanini. Í høvuðsheitum eru reglurnar tær somu sum fyri foreldur, sum hava átt barn. Tó eru frávik viðvíkjandi tíðarskeiðnum, les meira >

Um barnið doyr
Foreldur hava rætt til barsilspening, hóast barnið er deyðføtt ella doyr. Í høvuðsheitum eru reglurnar tær somu sum fyri arbeiðsgevarar, sum um barnið var á lívi.

Útlendskur arbeiðsgevari
Útlendskur arbeiðsgevari, sum rindar A-inntøku í sambandi við barsilsfarloyvi, og sum hevur løntakara sum hevur fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum, hevur rætt til at søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini.

Nær kann eg sum arbeiðsgevari søkja?
Einki mark er fyri, hvussu tíðliga tú kanst lata umsókn inn. Tó verða umsóknir ikki viðgjørdar fyrrenn farloyvi byrjar.

Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini innan 1 ár eftir barnsburð. Sambært broyting av barsilslógini galdandi frá 1. januar 2018, er freistin galdandi fyri børn fødd/móttikin eftir 1. januar 2017.

Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur. Barsilsskipanin hevur onga heimild til at víkja frá umsóknarfreistini.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2018