Lurta
Barsilspening ella løn?

 
Rindar tú sum arbeiðsgevari løn til starvsfólk í barsilsfarloyvi, skalt tú søkja um barsilspening fyri at fáa lønina endurindaða.

Løn til starvsfólk í barsilsfarloyvi verður rindað sambært lóg og/ella sáttmála ella setanarviðurskiftum millum teg og starvsfólkið.

Rindar tú hinvegin ikki løn til starvsfólk í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, er tað starvsfólkið sjálvt, ið søkir um barsilspening frá Barsilsskipanini.

Sáttmálar og mannagongdir á arbeiðsplássum eru ymisk. Eru ivamál um tú skal rinda løn ella um løntakarin skal søkja um barsilspening í farloyvistíðarskeiðinum, er møguligt at venda tær til viðkomandi fakfelag.

Yvirlit yvir sáttmálar undir Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum sæst her >

 
Landsstovnar
Sambært Løgtingslóg um barsilsskipan frá 3. apríl 2001 við seinni broytingum verður samb. § 15a. barsilspeningur veittur øllum stovnum, sum eru á fíggjarløgtingslógini við rakstrarjáttan, løgujáttan, landsfyritøkum og almennum grunnum, umframt teimum stovnum, ið koma undir málsræðið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at áseta lønar- og setanartreytir, um starvsfólk verður sett í staðin fyri tann, ið fer í barsilsfarloyvi.

Útgoldið verður fyri tíðarskeiðið, avloyst verður fyri tann, ið er í barsil.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013