Lurta
Umsókn og skjalprógv

 
Fyri at fáa rætt til barsilspening má arbeiðsgevarin fylla út og senda Barsilsskipanini eitt umsóknarblað.

Landsstovnar skulu eisini senda eitt ískoytisblað fyri at fáa Barsilspening.

Áðrenn barnsburð
Um søkt verður um barsilspening fyri tíðarskeiðið 4 vikur áðrenn metta føðing, skal avrit av teiginum “Ultralydfastsat dato/termin” í vandrejournalini hjá mammuni at barninum, sendast við umsóknini.

Um søkt verður um barsilspening fyri tíðarskeiðið áðrenn 4 vikur áðrenn metta føðing, skal “Váttan í samband við sjúku hjá barnakonu ella vanda fyri fosturskaða”(læknaváttan) sendast við umsóknini.

Barsilsskipanin rindar útreiðslur til læknaváttan.

Eftir barnsburð

Verður søkt um barsilspening fyri tíðarskeiðið eftir barnsburð, skal váttan fylgja við umsóknini, um nær barnið er føtt (fráboðan um barnsburð).

Ættleiðing
Saman við umsóknini skal fyriliggja ættleiðingarváttan frá Ríkisumboðnum um, nær barnið er ættleitt (móttøkudagfesting).
Verður søkt um barsilspening upptil 4 vikur áðrenn móttøku, skal skjalprógvast nær ferðin eftir barninum er byrja. T.d. ferðaseðil.

14-daga freist
Er umsóknin ikki í lagi, verður skriv sent, har heitt verður á arbeiðsgevaran um, at útvega neyðugu upplýsingarnar innan 14 dagar frá tí degi, skrivið frá Barsilsskipanini er móttikið. Hevur Barsilsskipanin ikki móttikið neyðugu skjølini innan hesa freist, fellur umsóknin burtur.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013