Lurta
 
Tíðarskeið

 
Rindar tú A-inntøku í sambandi við barsilsfarloyvi, hevur tú møguliga rætt til at fáa løn endurrindað frá Barsilsskipanini.

Mammur
Tú hevur rætt til at fáa løn endurrindaða fyri mammu í barsilsfarloyvi frá 4 vikum áðrenn mettan barnsburð, ella upp til 8 vikur áðrenn mettan barnsburð um læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella mammu stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.

Eftir barnsburð hevur mamman rætt til barsilsfarloyvi í 40 vikur innan fyrstu 44 vikurnar eftir barnsburð.

Er mamman einlig, hevur tú rætt til at fáa løn endurrindaða í 44 vikur eftir barnsburð.

Pápar
Tú hevur rætt til at fáa løn endurrindaða í 4 vikur eftir barnsburð. Tær 4 vikurnar skula verða nýttar innan fyrstu 44 vikurnar eftir barnsburð.

Er pápin einligur, hevur tú rætt til at fáa løn endurrindaða upp til 44 vikur eftir barnsburð.

Tú hevur eisini rætt til at fáa løn fyri pápa endurrindaða upp til 44 vikur eftir barnsburð um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarsliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum.

Foreldur
Seinastu 26 vikurnar kunnu nýtast av báðum foreldrunum, men bert av einum í senn.
Um seinastu 26 vikurnar skula býtast millum foreldrini, kann tað foreldrið, ið ikki er í barsilsfarloyvi, ikki vera heima við løn. Tó kann foreldrið verða heima í feriu við løn.

Um barnið doyr ella er deyðføtt hava foreldrini somu rættindi sum um barnið var á lívi. Tó kunnu vikurnar 14-40 bert nýtast av mammuni. Læknin skal í førum, tá talan er um, at barnið er deyðføtt, vátta, at talan er um ein barnsburð.

Foreldur, ið fáa fleiri børn undir sama barnsburði, hava rætt til 4 vikur afturat samlaða barsilsfarloyvinum. Vikurnar skula takast innan 48 vikur eftir føðing.

Foreldur, ið fáa barn áðrenn 32. viku í viðgongutíðini, hava rætt til 8 vikur afturat samlaða barsilsfarloyvinum. Vikurnar skula takast innan 52 vikur eftir føðing.

Eftir hesar vikur, hava foreldur ein lógartryggjaðan rætt til, at vera heima hjá barninum í 52 vikur eftir barnsburð. Tó rindar Barsilsskipanin ikki barsilspening eftir viku 44/48/52 eftir føðing.

Ættleiðing
Foreldur, ið ættleiða, hava rætt til barsilspening í tilsamans 48 vikur eftir móttøku. Av teimum 48 kunnu foreldrini fáa barsilspening samstundis í 4 vikur. Tó kann tað foreldrið, ið ikki fær barsilspening, verða heima í feriu við løn.
Eisini hava foreldur, ið ættleiða, rætt til barsilspening samstundis í upp til 4 vikur áðrenn móttøku.
Treytin fyri barsilspening hettar tíðarskeið er, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.

Eftir hesar vikur, hava foreldur ein lógartryggjaðan rætt til, at vera heima hjá barninum í 56 vikur eftir barnsburð. Tó rindar Barsilsskipanin ikki barsilspening eftir viku 48 eftir móttøku.
 
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013