Lurta
Sjálvstøðugt vinnurekandi
 
 
Sjálvstøðug vinnurekandi hava rætt til barsilspening, um trygging er teknað frammanundan.

Tú kanst tekna sjálvbodna trygging, um tú:
 
  • hevur fastan bústað í Føroyum
  • hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi her í landinum, einsamallur ella saman við øðrum
  • hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu

Tryggingargjald
Tryggingin kostar kr. 500 árliga fyri hvønn tryggjaðan. Gjaldið verður rindað TAKS, ið umsitur inngjaldið. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin tryggjaði hevur rætt til útgjald. Eftir at umsóknin um trygging er gingin á møti, verður rokning fyri tryggingina send við játtarnarbrævinum.

Nær kann trygging teknast?
Tryggingin kann teknast frá tí degi tú veruliga ert byrjað/ur sum sjálvstøðug/ur vinnurekandi. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Barsilsskipanin hevur fingið skrivliga umbøn um teknan av trygging. Innan 14 dagar eftir at Barsilsskipanin hevur móttikið umbønina, skal umsókn um trygging sendast Barsilsskipanini. Annars fellur umbønin um upptøku burtur.

Uppsøgn av trygging
Tú hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist uppá ein mánað.
Skrivlig uppsøgn skal vera Barsilsskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin skal byrja.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013