Lurta
Løntakari við B-inntøku

 
Føroyskir løntakarar við løn, sum ikki er A-inntøka, hava rætt til barsilspening, um trygging er teknað frammanundan.

Tú kanst tekna sjálvbodna trygging, um tú: 
  • hevur fastan bústað í Føroyum
  • hevur fulla skattskyldu í Føroyum, og
  • hevur lønarinntøku, sum er B-inntøka
Tryggingargjald
Tryggingin kostar kr. 500 árliga fyri hvønn tryggjaðan. Gjaldið verður rindað TAKS, ið umsitur inngjaldið. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin tryggjaði hevur rætt til útgjald. Eftir at umsóknin um trygging er gingin á møti, verður rokning fyri tryggingina send við játtarnarbrævinum.

Nær kann trygging teknast?
Tryggingin kann teknast frá fyrsta starvsdagi fyri B-inntøkuna. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Barsilsskipanin hevur fingið skrivliga umbøn um teknan av trygging. Innan 14 dagar eftir at Barsilsskipanin hevur móttikið umbønina, skal umsókn um trygging sendast Barsilsskipanini. Annars fellur umbønin um upptøku burtur.

Uppsøgn av trygging
Tú hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist uppá ein mánað.
Skrivlig uppsøgn skal vera Barsilsskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin skal byrja.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013