Lurta
Norðurlendingar, ið arbeiða undir FAS-skipanini

 
Norðurlenskir løntakarir í FAS-skipanini hava rætt til barsilspening, um trygging er teknað frammanundan.

Tú kanst tekna sjálvbodna trygging, um tú:
 
  • hevur A-inntøku til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, og
  • er búsitandi í einum av hinum Norðurlondunum, og eftir norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd er fevndur av føroyskari lóggávu, ella
  • er búsitandi í Danmark ella Grønlandi, og eftir danskari ella grønlandskari lóggávu ikki hevur rætt til barsilspening

Tryggingargjald
Tryggingin kostar kr. 500 árliga fyri hvønn tryggjaðan. Gjaldið verður rindað TAKS, ið umsitur inngjaldið. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin tryggjaði hevur rætt til útgjald. Eftir at umsóknin um trygging er gingin á møti, verður rokning fyri tryggingina send við játtarnarbrævinum.

Nær kann trygging teknast?
Tryggingin kann teknast frá tí degi tú ert farin at sigla við skipi, ið er skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Barsilsskipanin hevur fingið skrivliga umbøn um teknan av trygging. Innan 14 dagar eftir at Barsilsskipanin hevur móttikið umbønina, skal umsókn um trygging sendast Barsilsskipanini. Annars fellur umbønin um upptøku burtur.

Uppsøgn av trygging
Tú hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist uppá ein mánað.
Skrivlig uppsøgn skal vera Barsilsskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin skal byrja.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013