Lurta
Partvís í arbeiði
 
 
Ein av høvuðstreytunum fyri at fáa barsilspening er, at tú ert um barnið í farloyvistíðarskeiðnum.
Hetta merkir í stórum tað, at tú ikki hevur møguleika at vera partvíst í arbeiði hvønn dag í farloyvistíðarskeiðnum, men hevur tú t.d. ein nevndarsess, hevur tú tó møguleika fyri at halda áfram í hesum starvi.

Neyðugt er tá at upplýsa Barsilsskipanini navnið og V-talið hjá arbeiðsgevarinum og tíðarskeiðið, tú arbeiðir. Grundarlagið fyri útrokningini av barsilspeninginum verður lækkað samsvarandi hesum.

Dømi
Um tú t.d. hevur tvey størv og velur at halda fram við tí eina (t.d. einum nevndararbeiði) í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, verður inntøkan seinastu 12 mánaðirnar frá nevndararbeiðnum ikki tikin við í útrokningargrundarlagnum. Inntøkan, tú vinnur í nevndararbeiðnum í barsilfarloyvistíðarskeiðnum, verður tí ikki mótroknað í útgjaldinum.

Arbeiðsgevarar
Um løntakarin arbeiðir hjá øðrum arbeiðsgevara, samstundis sum viðkomandi er í barsil frá starvinum hjá tykkum, kann hetta koma at ávirka barsilspeningin hjá tykkara fyritøku. Sama er galdandi um løntakarin heldur á fram niðursetta tíð hjá tykkum í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, t.d. um mamman er sjúkrameldað 1/2 tíð.

Grundarlagið fyri útrokningini av barsilspeninginum verður lækkað samsvarandi hesum.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit yvir útgjald