Lurta
Nýsett/ur í starv
Hevur tú beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í eitt styttri tíðarskeið enn 12 mánaðir, verður barsilspeningurin útroknaður við grundarlagi í hesum tíðarskeiðnum.

 
Her verður t.d. hugsað um foreldur, sum áðrenn tær byrjaðu á arbeiðsmarknaðinum, hava verið undir útbúgving.

Útrokningargrundarlagið verður funnið við at býta við øllum døgunum í útrokningartíðarskeiðnum. Hevur tú t.d. verið á arbeiðsmarknaðinum 4 og ein hálvan mánað, verður útrokningargrundarlagið funnið við at býta inntøkuna við 4,5.

Hevur tú arbeitt styttri enn 3 mánaðir, verður tíðarskeiðið tó altíð býtt við 3 mánaðum, hevur tú t.d. verið á arbeiðsmarknaðinum í ein mánað, verður lønin býtt við 3, fyri at fáa støddina á útgjaldinum um mánaðin.

Løn, ið er útgoldin áðrenn barsilsfarloyvið, verður tikin við í útrokningargrundarlagnum. Tó um seinasta lønin verður útgoldin eftir barsilsfarloyvið er byrjað, kann løntakarin senda Barsilsskipanini avrit av seinasta lønarseðilinum, og lønin verður tikin við í útrokningargrundarlagnum.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit yvir útgjald