Lurta
Lesandi
 
 
Studningur í Føroyum verður ikki útgoldin sum A-inntøka, og er tí ikki við í útrokningargrundarlagnum.

Fyri at fáa barsilspening er tí neyðugt at hava havt aðra inntøku enn studningin seinastu 12 mánaðirnar áðrenn farloyvið. Tú hevur rætt til at ganga í skúla, og móttaka studning, samstundis sum tú móttekur barsilspening.

Lesandi hava rætt til Barnsburðarfarloyvisstudning frá Studni.

Í norðurlondum verður studningur útgoldin sum A-inntøka. Um tú flytur til Føroya og nýtir studningin í útrokningargrundarlagnum, kanst tú ikki halda á fram við at fáa hendan studning. Í hesum føri er studningurin at sammeta við A-inntøku. Les meiri um hetta undir Flyting í bjálkanum Mammur ella Pápar.

Lesandi búsitandi í føroyum, ið fáa studning úr øðrum norðulondum, hava ikki rætt til barsilspening av hesi upphædd. Lestarstuðul er ikki skattskyldug inntøka tá ein býr í Føroyum.
 
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
utgjald-2017