Lurta
Støddin á útgjaldinum
 
Tað er ymiskt, hvussu nógv verður goldið út í barsilspeningi, alt eftir um tú ert arbeiðsgevari ella løntakari, og hvat slag av løntakara tú ert. Felags fyri øll er tó, at barsilspeningurin ongantíð kann vera meiri enn 25.000 kr. um mánaðin og allir mánar verða roknaðir við 30 døgum. Felags er eisini, at øll, ið fáa barsilspening uttan arbeiðsgevara, rindar frítíðarløn og eftirløn. Eftirlønin fylgir eftirlønarlógini og hettar merkir, at eftirlønin veksur 1 % um ári til eftirlønin er 15% í 2029. Eftirlønin er 3% í 2017.

Hjá persónum undir 21 ár er tað sjálvboði at rindan eftirløn. Tó hevur ein melda seg til at rinda eftirløn og síðani broytir hugsan, kann rindan av eftirløn av barsilspeninginum ikki broytast.
Rindar man ikki eftirløn av barsilspeninginum og fyllir ein 21 ár í farloyvistíðarskeiðinum, steðgast útgjaldi av barsilspeninginum automatist um eftirlønarkonto ikki er skrivliga fráboða til Barsilsskipanini. Upplýsing um eftirlønarkonto skal verða móttikin áðrenn síðstu viku í hvørjum mánaði. 

Í hvørjum einstøkum føri verður eitt útrokningargrundarlag funnið, fyri at finna út av, hvussu nógv skal gjaldast í barsilspeningi. Les meira um, hvussu barsilspeningurin verður roknaður út í tínum føri, við at velja ta starvsstøðuna, sum tú ert í:

- Løntakari
- Arbeiðsgevari
- Sjálvstøðugt vinnurekandi
- Løntakari við B-inntøku
- Norðurlendingur, ið arbeiðir undir FAS-skipanini
 
 
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit yvir útgjald