Lurta
Nýsett/ur í starv
 
 

Hevur tú beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í eitt styttri tíðarskeið enn 12 mánaðir, verður barsilspeningurin útroknaður við grundarlagi í hesum tíðarskeiðnum.

Nýsett/ur er tann, ið m.a. seinastu 12 mánaðirnar er:
  • Liðugur við skúla, og er byrjaður at arbeiða 
  • Liðugur við skúla, og er farin í ALS 
  • Fyrstu ferð á arbeiðsmarknaðinum
Nær ein er nýsettur skal upplýsast í teigi 4 á oyðublaðnum Umsókn um barsilspening: Løntakari.

Útrokningargrundarlagið verður funnið við at býta við øllum døgunum í útrokningartíðarskeiðnum, tó ikki minni enn 3 mánaðir.

Dømi
Hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum seintastu 4 mánarnar áðrenn barsilsforloyvi byrjaði, verður útrokningargrundarlagið funnið við at býta inntøkuna við 4.
Hevur tú tó bert verið á arbeiðsmarknaðinum seinastu 2 mánarnar áðrenn barsilsfarloyvi byrjar, verður útrokningargrundarlagið funnið við at býta inntøkuna við 3.

Um løn verður útgoldin eftir barsilsfarloyvið er byrjað, kann løntakarin senda Barsilsskipanini avrit av seinasta lønarseðilinum, og kanna verður um lønin skal takast við í útrokningargrundarlagnum.
Oyðubløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013