Lurta
Føðifráboðan - hvat er tað?


 
Ein føðifráboðan er ein fráboðan frá sjúkrahúsinum/jarðarmóðrini um barnsburð.
Barsilsskipanin hevur gjørt avtalu við jarðamøðurnar í Føroyum um, at um mamman ynskir tað, senda jarðamøðurnar Barsilsskipanini fráboðan um barnsburðin.

Føðingin avgerð nær eitt barsilsfarloyvistíðarskeið endar og tískil hevur fráboðan um barnsburð stóra týdning.

Um mamma, ið er við barn, søkir um barsilspening fyri barsilsfarloyvistíðarskeið eftir føðing, verður hettar tíðarskeið skrásett sambært nær hon er sett. Tá barnið er føtt, verður barsilsfarloyvistíðarskeiði broytt samsvarandi føðingini.

Um fráboðan um barnsburð ikki verður latin inn, verður kannað hjá Landsfólkayvirlitinum nær barnið er føtt. Tískil verða føðidagurin altíð skrásettur, hóðast foreldur ikki hava upplýst hann.

Er talan um mammu, ið hevur søkt um barsilspening og føðir uttanlanda, skulla upplýsingar um føðing sendast skjótast gjørligt.
Verða upplýsingarnar ikki sendir, hevur hon bert rætt til barsilspening 4/8 vikur áðrenn metta føðing.
Umsóknarbløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013