Lurta
Kann man vera heima í 1 ár við barsilspeningi?

 
Foreldur, ið eru løntakarar, hava rætt til barsilsfarloyvi í 52 vikur eftir barnsburð, men barsilspeningurin verður bert útgoldin í tilsamans 46 vikur innanfyri fyrstu 46 vikurnar eftir barnsburð.

Mamma hevur rætt til barsilspening tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð og pápin hevur rætt til 4 vikur eftir barnsburð. Hartil hava foreldrini rætt til barsilspening í 28 vikur, sum tey kunnu býta sínamillum.

Um talan er um einlig (singul) foreldur, hevur viðkomandi rætt til allar vikurnar.
 
Foreldur, sum fáa tvíburar ella fleiri børn undir sama barnsburði, fáa 4 vikur eyka, sum foreldrini kunnu býta sínámillum. Samlaða barnsburðarfarloyvi er tá 50 vikur eftir barnsburð.

Fyri foreldur, ið fáa barn, føtt áðrenn 32. viku í viðgongutíðini, verður samlaða barnsburðarfarloyvi 54 vikur eftir barnsburð. Tað er ein leingjan á 8 vikur, sum foreldrini kunnu býta sínámillum.

Foreldur, ið eru løntakarar og ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í tilsamans 56 vikur eftir móttøku av barninum, men barsilspeningur verður bert útgoldin í tilsamans 50 vikur eftir móttøku av barninum. Harafturat hava foreldrini rætt til barsilspening í 4 vikur hvør, 4 vikur undan móttøku av barninum. Treytin fyri barsilspeningi hetta tíðarskeiðið er, at viðkomandi er uttanlands eftir barninum. 
 
Umsóknarbløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013