Lurta
Nær skal eg søkja?

 
Einki mark er fyri, hvussu tíðliga tú kanst lata umsókn tína inn. Tó verður umsóknin ikki viðgjørd fyrrenn farloyvi byrjar. 
Havast kann í huga, at útgjaldi er bert 1 ferð um mánaðin og er umsóknin saman við viðkomandi skjølum/upplýsingum móttikin í seinasta lagi ½ í mánanum farloyvi byrjar, hevur Barsilsskipanin nóg góða tíð at viðgera umsókn tína.

Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini innan 6 mánaðir eftir barnsburð. Er umsóknin ikki latin inn innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur. 

Mælt verður til, at pápar ikki søkja um barsilspening, fyrr enn barnið er føtt. Hettar er tí at pápin ikki hevur rætt til barsilspening áðrenn barnsburð.

Tey, ið eru í ALS, kunna ikki lata umsoknina inn fyrrenn stutt undan farloyvi byrjar. Sambært fráboðan frá ALS, hava tey ikki ikki møguleika, at vátta umsóknina áðrenn hettar.
Umsóknarbløð

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013