Lurta
Skal nakað gerast um eg fái barsilspengar og flyti av landinum?
 
Ja!

Boðast skal skrivliga frá flyting til annað land, áðrenn flutt verður.

Sambært Nordisk Konvention om social sikring hevur tú rætt til framhaldandi at fáa barsilspening úr Føroyum um tú flytur í annað norðurland. Um tú flytur út um norðurlond, hevur tú ikki rætt til framhaldandi at fáa barsilspening úr Føroyum.

Flytur tú til til annað norðurland, skal skattur av barsilspeninginum møguliga ikki rindast Føroyum, men í bústaðarlandinum. Fráboðan skal sendast til TAKS um skattaviðurskiftini eftir flytingina.
Eru skattaviðurskiftini ikki avgreidd áðrenn útgjald av barsilspeningi eftir flytingina, broytist skatturin sjálvirkandi til 50% og hettar kann ikki rættast afturvirkandi.
Tí hevur tað stóran týdning, at TAKS fær fráboðan frá bústarlandinum um skattaviðurskiftini skjótast gjørligt eftir flytingina.

Komandi útgjald
 
Yvirlit utgjald 2013