Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Hvussu kæri eg eina avgerð hjá Barsilsskipanini?

Ein avgerð hjá Barsilsskipanini kann kærast til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at avgerðin er framkomin.

Send kæruna við vanligum brævi til:
Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við teldubrævi til:
fks@fks.fo.

Fá meira at vita um, hvussu tú kærir

Sí snarslóðir: "Føroya Kærustovnur".

Avgerðir, sum Føroya Kærustovnur hevur tikið

Avgerðir, sum Føroya Kærustovnur hevur tikið, kunnu lesast í avgerðasavninum hjá Føroya Kærustovni. Sí leinki undir snarslóðum.

Tað gongur ein løta at heinta. Tá ið tú kemur til síðuna, vel "Barsilsskipanarmál" í ovasta valglugga og trýst á "Leita". So sært tú allar avgerðir. Leitar tú eftir ávísari avgerð, fyll út fleiri valgluggar.

Hevur tú ein spurning?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til barsil@taks.fo. Vit vegleiða fegin.