Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Fráboðanarskylda

Tú hevur skyldu til at geva Barsilsskipanini boð um allar broytingar, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Til dømis lønarbroytingar, uppsøgn, arbeiði í farloyvistíðini o.s.fr.

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt vanligt bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Barsilsskipanin kann krevja útgoldnan barsilspening aftur, um tú hevur givið skeivar ella ongar upplýsingar um umstøður, sum hava týdning fyri útgjaldið.