Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Treytirnar fyri at fáa barsilspening

Rindar tú starvsfólki A-inntøku, meðan tað er í barsilsfarloyvi, kanst tú afturfyri søkja um at fáa tann barsilspening, sum starvsfólkið átti, um tað onga løn fekk. Hetta er barsilspeningur til arbeiðsgevarar.

Rættur tín til henda barsilspening er treytaður av, at starvsfólkið hevur fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum, hevur havt A-inntøku innan fyri síðsta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar, og at tað er um barnið ta tíðina, tú søkir um barsilspening fyri.

Mesta útgjald er 25.000 kr. um mánaðin

Les meira um útgjaldið undir snarslóðum: "Útgjaldsupphæddin".

Barsilsgjald og stovnar hjá landinum

Stovnar hjá landinum fáa barsilspening endurgoldnan, um teir seta avloysara fyri tann, sum fer í barsilsfarloyvi. Avloysaratreytin er tó ikki galdandi fyri lærlingar.

Endurgjaldið er í mesta lagi lønin hjá tí, sum er í farloyvi, og bara fyri tað tíðarskeið, sum avloyst verður í.

Ivast tú, um tú lýkur treytirnar?

Sáttmálar og mannagongdir eru ymisk. Spyr fakfelagið hjá tær um barsilsviðurskifti hjá starvsfólki tínum, og um tú lýkur treytirnar fyri at fáa barsilspening. Undir snarslóðum finnur tú eisini sáttmálarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.

Tú kanst eisini ringja til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella senda eitt teldubræv til barsil@taks.fo. Vit vegleiða fegin.