Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
05. januar 2011

Barsilsskipanin flytur til Suðuroyar

Barsilsskipanin flytur til Suðuroyar.

1. januar 2011 flytur umsitingin av Barsilsskipanini til TAKS á Tvøroyri.

TAKS á Tvøroyri umsitur frammanundan inngjaldingina av skipanini, meðan Arbeiðsloysisskipanin hevur haft umsitingina av útgjaldinum. Men frá 1. januar 2011 er inn- og útgjalding savnað á einum stað, nevnuliga hjá TAKS.

Frá 1. januar 2011 verða avgreiðslutíðirnar tær somu sum hjá TAKS:

Mánadag - Fríggjadag frá kl. 9 - 15.

Postadressan hjá Barsilsskipanin verður:
TAKS
Postsmoga 2151
FO-110 Tórshavn

T-postadressa: taks@taks.fo

Telefonnr: 35 26 00

TAKS hevur avgreislur í Tórshavn, Runavík, Klaksvík og á Tvøroyri