Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
01. januar 2012

Broyting í arbeiðsmarknaðargjøldum

Inngjald til Barsilsskipanina lækkar.

Samb. broyting til Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001, varð inngjaldið til Barsilsskipanina hækkað frá 0,62% til 0,65% galdandi frá 1. januar 2011 til og við 31. desember 2011.

Tískil er inngjaldi til Barsilsskipanina aftur 0,62% frá 1. januar 2012.

Inngjald til Arbeiðsloysisskipanina hækkar

Samb. broyting til Kunngerð nr. 136 frá 3. november 2009 um ALS-gjald, hækkar inngjaldið til Arbeiðsloysisskipanina frá 1% til 1,25% galdandi frá 1. januar 2012.