Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
18. desember 2015

Broytingar í lógini um barsilsskipan

Løgtingið hevur samtykt nakrar broytingar í lógini um barsilsskipanina, sum koma í gildi 1. januar 2016. Ein broyting er, at barsilstíðarskeiðið verður longt, men eisini aðrar broytingar eru í lógini. Niðanfyri er frágreiðing um lógarbroytingarnar.

Foreldur fevnd av broytingunum
Tey, sum eru fevnd av broytingum eru foreldur at børnum, fødd ella ættleidd, sum eru í barsilsfarloyvi 1. januar 2016. Somuleiðis fevna lógarbroytingarnar um foreldur, sum 1. januar 2016 enn ikki hava fingið síðsta útgjaldið úr barsilsskipanini, hóast teirra farloyvi endar eftir 1. desember 2015.

Longt barsilstíðarskeið
Vanliga barsilstíðarskeiðið verður longt við 6 vikum frá 38 vikum til 44 vikur. Hesar vikurnar verða lagdar afturat teimum vikunum, foreldrini kunnu býta sínámillum.

Pápar kunnu ikki longur lata mammuni sítt farloyvi
Ein onnur broyting í lógini merkir, at pápar nú fáa rætt til barsilspening í 4 vikur. Framyvir kunnu pápar tó ikki lata mammuni ein part av farloyvinum. Tað merkir, at um ein pápi ikki nýtir sítt farloyvi, so fellur tað burtur.

Inngjaldið til barsilsgrunnin hækkar
Frá 1. januar 2016 hækkar inngjaldið til barsilsgrunnin við 0,09 prosentstigum fyri bæði løntakarar og arbeiðsgevarar. Harvið er barsilsgjaldið framyvir 0,71%.

Barsilsskipanin má hava fráboðan um longt farloyvi
Í sambandi við nýggju lógarbroytingarnar verður heitt á foreldur, sum eru fevnd av lógarbroytingunum, um at fáa arbeiðsgevaran skjótast gjørligt at senda barsilsskipanini teldupost um, hvussu longda barsilsfarloyvið verður hildið, t.e. nær tað verður hildið, og hvør heldur tað. Tey, sum ikki hava ein arbeiðsgevara; skulu sjálvi skjótast gjørligt senda barsilsskipanini teldupost við hesum upplýsingum. Telduposturin skal sendast til barsil(a)taks.fo.


Soleiðis eru barsilstíðarskeiðini framyvir hjá hesum foreldrum

Ættleiðingarforeldur
Foreldur hava rætt til barsilspening í 48 vikur eftir móttøku, her av kunnu 4 vikur nýtast samstundis.

Tilsamans 48 vikur við barsilspeningi eftir móttøku av barninum. Afturat hesum hava mamman og pápin rætt til barsilspening í 4 vikur hvør áðrenn móttøku av barninum.

Tvíburaforeldur og onnur
14 tær fyrstu vikurnar eftir barnsburð hevur mamman rætt til barsilspening.
Pápin eigur 4 vikur, sum hann kann nýta innan tær fyrstu 48 vikurnar.
30 vikur kunnu tey býta sínamillum.

Tilsamans 48 vikur við barsilspeningi eftir barnsburð. Afturat hesum hevur mamman rætt til barsilspening upp til 8 vikur áðrenn mettan barnsburð.

Foreldur at ov tíðliga føddum børnum
14 tær fyrstu vikurnar eftir barnsburð hevur mamman rætt til barsilspening.
Pápin eigur 4 vikur, sum hann kann nýta innan tær fyrstu 52 vikurnar.
34 vikur kunnu tey býta sínamillum.

Tilsamans 52 vikur við barsilspeningi eftir barnsburð. Afturat hesum hevur mamman rætt til barsilspening upp til 8 vikur áðrenn mettan barnsburð.

Les dagførdu lógina her.