Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
10. juni 2014

Broytingar í lógini um barsilsskipan

8. mai 2014 samtykti Løgtingið nakrar broytingar í lógini um barsilsskipanina. Broytingarnar komu í gildi 24. mai 2014. Fleiri av broytingunum snúgva seg um leingjan av barsilstíðarskeiðnum, men eisini aðrar broytingar eru í lógini. Niðanfyri er frágreiðing um lógarbroytingarnar.

Longt barsilstíðarskeið
Vanliga barsilstíðarskeiðið verður longt við 4 vikum, frá at hava verið tilsamans 34 vikur til framyvir at vera tilsamans 38 vikur eftir barnsburð. Hesar vikur verða lagdar afturat teimum vikunum, foreldrini kunnu býta sínámillum.

Ættleiðingarforeldur
Fyri ættleiðingarforeldur verður barsilstíðarskeiðið longt 4 vikur, frá 38 vikum til 42 vikur eftir tey hava fingið barnið. Harumframt kann annað av foreldrunum nú fáa farloyvi við barsilspeningi í upp til 4 vikur undan, at tey fáa barnið.

Tvíburaforeldur og onnur
Foreldur, sum fáa tvíburar ella fleiri børn undir sama barnsburði, fáa 4 vikur eyka, sum foreldrini kunnu býta sínámillum. Framyvir er samlaða barnsburðarfarloyvi 42 vikur.

Foreldur at ov tíðliga føddum børnum
Fyri foreldur, ið fáa barn, føtt áðrenn 32. viku í viðgongutíðini, verður samlaða barnsburðarfarloyvi 46 vikur. Tað er ein leingjan á 8 vikur, sum foreldrini kunnu býta sínámillum.

Eins og áðrenn skal alt farloyvi, t.e. hjá báðum foreldrum, haldast innanfyri samanlagda vikutalið farloyvið er. Tað merkir, at er samlaða barnsburðarfarloyvi 38 vikur, so skal alt vera hildið innan tær 38 vikurnar.

Aðrar lógarbroytingar:

  • Barsilsfarloyvi við barsilsútgjaldi skal í minsta lagi vera 1 vika samanhangandi.
  • Barsilsútgjaldið skal ikki longur regulerast fyri inntøku , ið er 20% hægri enn miðal seinastu 2 mánaðirnar, áðrenn barsilsfarloyvi byrjar.
  • Í hesi lógarbroytingini er lagt upp til, at frá 1. januar 2015 skal eftirlønargjaldið, sum ásett í eftirlønarlógini (2% í 2015), dragast frá barsilspeninginum, sum verður útgoldin. Hendan lógarbroyting kemur tó bert í gildi, um eftirlønarlógin eisini verður broytt samsvarandi.
  • Framyvir skal barsilsgjald rindast av tí endurgjaldinum, sum foreldur, ið uppihalda barni, ið ber brek ella hevur sjúku, fáa. Samstundis verður inngjaldið framyvir roknað uppí útrokningargrundarlagið fyri barsilsgjaldinum. Talan er um endurgjald fyri inntøkumiss sambært §17, stk.3 í forsorgarlógini.

Lógarbroytingarnar eru galdandi fyri hesi foreldur:

  • Foreldur at børnum, sum eru fødd ella ættleidd 24. mai 2014 og hareftir.
  • Foreldur, sum eru í skipanini tann 24. mai 2014 og sum fáa útgjald eftir §9.
  • Foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir §9 er endað, men har seinasta útgjaldið frá Barsilsskipanini ikki er útgoldið.

Fráboðan til Barskilskipanina um longt farloyvi
Í samband við hesar lógarbroytingarnar verður heitt á foreldur, sum eru fevnd av lógarbroytingunum, um at fáa arbeiðsgevaran um at upplýsa barsilsskipanini, hvussu longda barsilsfarloyvi verður hildið, t.e. nær tað verður hildið, og hvør heldur tað. Hevur ein ongan arbeiðsgevara, er tað ein sjálvur, ið skal senda barsilsskipanini teldupost við hesum upplýsingum. Teldupostur um hesi viðurskifti skal sendast til barsil(a)taks.fo. Eru ivaspurningar, ber til at seta seg í samband við Barsilsskipanina tel. 352600.