Broytingar í lógini um barsilsskipan
Í gjár, 1. mai 2025, komu nakrar broytingar í gildi í lógini um barsilsskipan. Niðanfyri er frágreiðing um lógarbroytingarnar. Felags fyri broytingarnar er, at tær eru galdandi fyri tey foreldur, sum eiga ella móttaka ættleiðingarbørn eftir at lógin er komin í gildi.
Fleirburar
Tá ið foreldur fáa fleirburar hevur pápin ella sammóðirin nú rætt til barsilsfarloyvi í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum samstundis sum mamman er í barsilsfarloyvi. Farloyvið skal vera hildið innan 52 vikur eftir barnsburð.
Ættleiðing og fyribils staðseting
Ættleiðingarforeldur hava nú rætt til at fáa barsilspening samstundis í 8 vikur heldur enn 4 vikur.
Foreldur, sum ættleiða 2 ella fleiri børn í senn, hava nú fingið rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 48 vikur afturat teimum 8 vikunum.
Tá ið eitt barn, ið skal ættleiðast uttan samtykki, verður fyribils staðsett hjá einum umsøkjara, sum barnið er ávíst til við atliti at ættleiðing sbrt. § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing, hevur umsøkjari nú rætt til barsilsfarloyvi eftir somu treytum sum foreldur, ið ættleiða barn.
Umsorganarpersónur
Um mamma, pápi ella sammóðir fær fleirburar ella foreldur ættleiðir 2 ella fleiri børn í senn og er einsamalt við børnunum, kann viðkomandi eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar hitt foreldrið annars hevði fingið.
Ov tíðliga fødd og innleggingar
Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, verða tær vikur, sum eru millum barnsburðardagin og terminsdagin í viðgonguni eftir umsókn lagdar afturat teimum 34 vikunum, foreldur kunnu býta sínámillum.
Um móðir ella barn verða innløgd á sjúkrahús innan tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð ella barn verður innlagt tær fyrstu 56 vikurnar eftir ættleiðing, kann barsilsfarloyvið eftir umsókn verða longt soleiðis, at tær vikur móðirin ella barnið eru innløgd, verða lagdar afturat teimum 34 vikunum foreldur kunnu býta sínámillum.
Tá ið móðir verður innløgd á sjúkrahús, kann farloyvið bert leingjast, um hon er innløgd vegna fylgjur av barnsburði ella um barnið má innleggjast við mammuni.
Barsilsfarloyvið skal í minsta lagi verða longt 2 vikur hvørja ferð og kann í mesta lagi verða longt upp í 26 vikur tilsamans.
Er barn ov tíðliga føtt, fáast ikki eyka vikur fyri innleggingar fram til terminsdagin, tí tær kunnu fáast eftir umsókn fyri ov tíðliga fødd.
Hámarkið fyri barsilspening verður javnað árliga
Framyvir verður hámarkið fyri barsilspening prístalsjavnað árliga 1. januar eftir reglunum í løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.