Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar

Sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 16. mars 2018 og kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023.

Við heimild í § 20, stk. 3 og § 26, stk. 3 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 20. desember 2002 verður ásett:

§ 1. Rætt at tekna trygging hava persónar, sum eru fastbúgvandi og eru fult skattskyldugir í Føroyum, og sum hava lønarinntøku, sum ikki er A-inntøka eftir § 61 í skattalógini.

Upptøka - Skjalprógv

§ 2. Umsókn um trygging skal latast Barsilskipanini. Í sambandi við umsóknina skal umsøkjarin vátta at lúka treytirnar í § 1. Barsilsskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Barsilsskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Harumframt skal viðkomandi fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Barsilsskipanini.
Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Barsilsskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at viðkomandi hevur biðið um upptøkuna. Annars fellur umsóknin um upptøku burtur.
Stk. 4. Barsilsskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3.

Gjald

§ 3. Goldið verður til tryggingina sambært kunngerð nr. 59 frá 30. apríl 2002 um gjald til sjálvbodnu barsilspeningatryggingina.

Umsóknir og útgjald.

§ 4. 1) Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini í seinasta lagið 1 ár eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin Barsilsskipanini innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
Stk. 2. Umsókn um barsilspening skal latast inn á serligum umsóknarblað frá Barsilsskipanini.
Stk. 3. Í umsóknini skal umsøkjarin upplýsa og skjalprógva hesi viðurskifti:

  1. Læknaváttan um nær mett verður, at barnið verður føtt, tá søkt verður um barsilspening áðrenn føðing.
  2. Læknaváttan um at tað fyri fostur og/ella mammu stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, um søkt verður um barsilspening fyri eitt tíðarskeið áðrenn 4 vikur áðrenn barnsburð, tó í mesta lagi 13 vikur áðrenn
  3. Nær barnið er føtt/ættleitt (føðibræv/ættleiðingarloyvi), tá søkt verður um barsilspening eftir føðing
  4. Váttan um fulla skattskyldu og fastan bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum søkt verður um barsilspening.
  5. Fulla navn umsøkjarans, bústað, persóntal og lønarkontu í peningastovni.
  6. Nær farloyvið byrjar, longd tess og skipan.
  7. 1) 2) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.

Stk. 4. Barsilsskipanin kann, um tað verður mett neyðugt, krevja aðrar upplýsingar og nærri skjalaprógv, enn tey viðurskifti nevnd í stk. 3, áðrenn umsóknin um barsilspening verður góðkend.
Stk. 5. Barsilsskipanin rindar útreiðslur til læknaváttan v.m.
Stk. 6. Barsilsskipanin kann loyva eini 14 daga freist at útvega upplýsingar og skjalprógv sambært stk. 3 og 4. Um umsøkjarin ikki innan freistina í 1. pkt. hevur givið Barsilsskipanini ásettu skjalprógv og upplýsingar, fellur umsóknin um barsilspening burtur. Verður tað serliga umsóknarblaðið skeivt útfylt, kann Barsilsskipanin vísa umsóknini aftur. Barsilsskipanin kann áseta eina 14 daga freist fyri nýggjari umsókn, og at umsóknin fellur burtur, um ásetta freistin fyri innlatan av nýggjari umsókn ikki verður hildin.

§ 5. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin tryggjaði hevur rætt til útgjald.
Stk. 2. Útrokningargrundarlagið hjá tí tryggjaða er lønarinntøkan seinastu 12 mánaðirnar áðrenn fráveruna.
Stk. 3. Inntøkan, nevnd í stk. 2, er inntøkan sambært lønarseðlum frá arbeiðsgevara.
Stk. 4. Inntøkur vunnar undir donsku altjóða skipaskrásetingini DIS verða hækkaðar soleiðis, at inntøkan eftir stk. 3 verður faldað við 1,93. Um inntøkan er uppgivin í útlendskum gjaldoyra, verður inntøkan umroknað til dkr. við kursvirðinum, dagin útgoldið verður.
Stk. 5. Útgjaldið pr. dag er útrokningargrundarlagið býtt við øllum mánaðunum í árinum býtt við øllum døgunum í viðkomandi mánaða. Útgoldið verður fyri allar dagar, viðkomandi nýtir rættin at vera burtur frá arbeiði vegna barnsburð.
Stk. 6. Barsilspeningur verður roknaður og útgoldin afturút fyri ein mánað í senn.
Stk.7. Barsilspeningur verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur eftir hvønn mánaða við tí freist, Barsilsskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Uppsøgn

§ 6. Tann tryggjaði hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist uppá ein mánað.
Stk. 2. Skrivlig uppsøgn skal vera Barsilsskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin sambært stk. 1 byrjar.

Fráboðanarskylda

§ 7. Tann tryggjaði hevur skyldu til at boða Barsilsskipanini frá øllum seinni broytingum í inntøkum, sum hava verið nýttar at rokna útgjøld sambært § 4.

Revsing

§ 8. 1) Latan av skeivum ella misvísandi upplýsingum sambært § 4 og § 5 kann revsast við sekt.

Gildiskoma

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Skiftisreglur

§ 10. Hóast ásetingina í § 4, stk. 1 og § 5, stk. 1 hevur viðkomandi rætt til útgjald um

  1. Viðkomandi hevur teknað trygging í seinasta lagi 4 vikur eftir at henda kunngerð kom í gildi.
  2. Viðkomandi hevur havt barsilsfarloyvi í tíðarskeiðinum eftir 1. juni 2001 og til henda kunngerð kom í gildi, og var búsitandi og hevði fulla skattskyldug í Føroyum í nevnda tíðarskeiði.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 21 frá 16. mars 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útgivið: 23.03.2018)
2) Broytt við kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, har § 5 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2022. (Útgivið: 08.09.2023)


Vinnumálaráðið, 23. januar 2003

Bjarni Djurholm, (sign.)
landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)

Les eisini: Soleiðis teknar tú trygging til B-løntakarar

Klikk undir snarslóðum.