Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá

Sum broytt við kunngerð nr. 20 frá 16. mars 2018 og kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023.

Við heimild í § 24, stk. 2 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan verður ásett:

Persónskarin

§ 1. Hendan kunngerð fevnir um persónar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS), og sum

  1. hava A-inntøku til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, og
  2. eru búsitandi í einum av hinum norðurlondunum, og eftir norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd eru fevndir av føroyskari lóggávu, ella
  3. eru búsitandi í Danmark ella Grønlandi, og eftir danskari ella grønlendskari lóggávu ikki hava rætt til barsilspening.

Umsókn um upptøku

§ 2. Umsókn um upptøku í tryggingina skal latast Barsilsskipanini á serligum umsóknarblað. Umsøkjarin skal samstundis vátta at lúka treytirnar í § 1. Barsilsskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 2. Tryggingin fær gildi frá tí degi, Barsilsskipanin hevur fingið skrivliga umsókn, og fer úr gildi frá tí degi, viðkomandi ikki lýkur treytirnar í § 1.

Gjald

§ 3. Gjaldið til tryggingina verður ásett samsvarandi § 19 í løgtingslóg um barsilsskipan.

Umsókn um útgjald

§ 4. 1) Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini í seinasta lagi 1 ár eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin Barsilsskipanini innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
Stk. 2. Umsókn um barsilspening skal latast inn á serligum umsóknarblað frá Barsilsskipanini.
Stk. 3. Í umsóknini skal umsøkjarin upplýsa og skjalprógva hesi viðurskifti:

  1. Við læknaváttan skjalprógva, nær mett verður, at barnið verður føtt, tá ið søkt verður um barsilspening áðrenn føðing.
  2. Við læknaváttan skjalprógva, at tað fyri fostur og/ella mammu stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, tá ið søkt verður um barsilspening meira enn 4 vikur áðrenn metta føðing, tó í mesta lagi 8 vikur áðrenn metta føðing.
  3. Avrit av føðibrævi ella ættleiðingarloyvi, tá ið søkur verður um barsilspening eftir, at barnið er føtt.
  4. Váttan frá reiðara um, at umsøkjarin siglur við skipið, skrásett í FAS, og váttan um, at umsøkjarin ikki hevur rætt til barsilspening í bústaðarlandinum.
  5. Fulla navn umsøkjarans, bústað, persóntal og lønarkontu í peningastovni.
  6. Nær farloyvið byrjar, longd tess og skipan.
  7. 1) 2) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.

Stk. 4. Verður tað mett neyðugt, kann Barsilsskipanin krevja aðrar upplýsingar enn tær, nevndar eru í stk. 3.
Stk. 5. Barsilsskipanin rindar útreiðslur til læknaváttan eftir stk. 3, nr. 1-2.
Stk. 6. Barsilsskipanin kann loyva eini 14 daga freist at útvega upplýsingar v.m. eftir stk. 3-4. Um umsøkjarin ikki innan hesa freist letur Barsilsskipanini kravdar upplýsingar, fellur umsóknin um barsilspening burtur. Verður tað serliga umsóknarblaðið skeivt útfylt, kann Barsilsskipanin vísa umsóknini aftur. Barsilsskipanin kann áseta eina 14 daga freist fyri nýggjari umsókn, og at umsóknin fellur burtur, um ásetta freistin fyri innlatan av nýggjari umsókn ikki verður hildin.

Útgjald

§ 5. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin tryggjaði hevur rætt til útgjald.
Stk. 2. Útrokningargrundarlagið hjá tryggjaða er lønarinntøkan seinastu 12 mánaðirnar áðrenn fráveruna.
Stk. 3. Útgjaldið pr. dag er útrokningargrundarlagið býtt við øllum mánaðunum í árinum, býtt við øllum døgunum í viðkomandi mánaða. Útgoldið verður fyri allar dagar, tryggjaði nýtir rættin at vera burtur frá arbeiði vegna barnsburð, tó í mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin.
Stk. 4. Barsilspeningur verður roknaður og útgoldin afturút fyri ein mánað í senn.
Stk. 5. Barsilspeningur verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur hvønn mánaða við tí freist, Barsilsskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Upplýsingarskylda

§ 6. Tryggjaði hevur skyldu til at boða Barsilsskipanini frá, um viðkomandi ikki longur lýkur tretirnar í § 1, og øllum seinni broytingum í inntøkum, sum hava verið nýttar at rokna útgjøld sambært § 5, stk. 3.

Revsing

§ 7. Latan av skeivum ella misvísandi upplýsingum sbrt. § 2, § 4 og § 6 verður revsað við bót.

Gildiskoma

§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Skiftisreglur

§ 9. Hóast ásetingina í § 5, stk. 1 hevur tryggjaði rætt til útgjald, um viðkomandi hevur teknað trygging í seinasta lagi 4 vikur eftir, at henda kunngerð er komin í gildi.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 20 frá 16. mars 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 23. mars 2018)
2) Broytt við kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, har § 5 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2022. (Útgivið: 08.09.2023)

Vinnumálaráðið, 24. september 2012

Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður

/ Gunnleyg Árnafjall (sign.)

Les eisini: Soleiðis teknar tú trygging til FAS'arar

Klikk undir snarslóðum.