Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi

Sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 16. mars 2018 og kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023.

Við heimild í § 20 og § 26 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um Barsilsskipan, verður ásett:

Sjálvstøðugt vinnurekandi v.m.
Rætt at tekna trygging

§ 1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi hevur tann, sum:

  1. Hevur bústað í Føroyum,
  2. hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi her í landinum, samanber § 2, einsamallur ella saman við øðrum, og
  3. hevur tað sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu.

Sjálvstøðug vinna

§ 2. Persónur, sum rekur vinnu fyri egna rokning og ábyrgd og við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning, er sjálvstøðugur vinnurekandi.
Stk. 2. Nágreinilig meting verður gjørd av Barsilsskipanini, um vinnan er sjálvstøðug. Sum meginregla er talan um sjálvstøðuga vinnu, tá ið tann vinnurekandi:

  1. Hevur fólk í starvi.
  2. Hevur skattafrádrátt fyri rakstrarútreiðslur og avskrivingar av rakstrargøgnum sambært reglunum fyri sjálvstøðugt vinnurekandi, og verður skattaður av yvir-/undirskoti av virkinum.
  3. Er mvg-skrásettur, ella er íognari í íognarfelag.

Upptøka – Skjalprógv

§ 3. Trygging kann teknast frá tí degi, tann vinnurekandi veruliga er farin undir sjálvstøðuga vinnu. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í §§ 1 og 2. Barsilsskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 2. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Barsilsskipanin hevur fingið skrivliga umsókn. Tann vinnurekandi skal harumframt fylla út og undirskriva serligt umsóknarblað frá Barsilsskipanini.
Stk. 3. Umsóknarblaðið við neyðugum upplýsingum skal vera Barsilsskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann vinnurekandi hevur biðið um upptøkuna. Annars fellur umsóknin um upptøku burtur.
Stk. 4. Barsilsskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, nevnd í stk. 3.

Umsóknir og útgjald

§ 4. 1) Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini í seinasta lagið 1 ár eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin Barsilsskipanini innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
Stk. 2. Umsókn um barsilspening skal latast inn á serligum umsóknarblað frá Barsilsskipanini.
Stk. 3. Í umsóknini skal umsøkjarin upplýsa og skjalprógva hesi viðurskifti:

  1. Læknaváttan um nær mett verður, at barnið verður føtt, tá søkt verður um barsilspening áðrenn føðing.
  2. Læknaváttan um at tað fyri fostur og/ella mammuna stendst heilsuvandi av at vera í starvinum, um søkt verður um barsilspening fyri eitt tíðarskeið áðrenn 4 vikur áðrenn barnsburð, tó í mesta lagi 13 vikur áðrenn.
  3. Nær barnið er føtt/ættleitt (føðibræv/ættleiðingarloyvi), tá søkt verður um barsilspening eftir føðing.
  4. Váttan um fulla skattskyldu og fastan bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum søkt verður um barsilspening.
  5. V-tal og adressu umsøkjarans sum sjálvstøðug/ur vinnurekandi.
  6. Fulla navn umsøkjarans, bústað, persóntal og lønarkontu í peningastovni.
  7. Nær farloyvið byrjar, longd tess og skipan.
  8. 1) 2) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.

Stk. 4. Barsilsskipanin kann, um tað verður mett neyðugt, krevja aðrar upplýsingar og nærri skjalaprógv, enn tey nevnd í stk. 3, áðrenn umsóknin um barsilpening verður góðkend.
Stk. 5. Barsilsskipanin rindar útreiðslur til læknaváttan v.m.
Stk. 6. Barsilsskipanin kann loyva eini 14 daga freist at útvega upplýsingar og skjalprógv sambært stk. 3 og 4. Um umsøkjarin ikki innan freistina í 1. pkt. hevur givið Barsilsskipanini ásettu skjalprógv og upplýsingar, fellur umsóknin um barsilspening burtur. Verður tað serliga umsóknarblaðið skeivt útfylt, kann Barsilsskipanin vísa umsóknini aftur. Barsilsskipanin kann áseta eina 14 daga freist fyri nýggjari umsókn, og at umsóknin fellur burtur, um ásetta freistin fyri innlatan av nýggjari umsókn ikki verður hildin.

§ 5. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minsta lagi í 1 ár, áðrenn hin sjálvstøðugi vinnurekandi hevur rætt til útgjald.
Stk. 2. Útrokningargrundarlagið hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er inntøkan frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi fyri síðst lokna roknskaparár áðrenn fráveruna.
Stk. 3. Inntøkan, nevnd í stk. 2, er skattskylduga inntøkan sambært sjálvuppgávuni og skattaroknskapinum. Afturat inntøkuni verða lagdar upphæddir, ið annars mugu metast vera vunnar av vinnuvirkinum, og frátrektar verða upphæddir, ið mugu metast høvuðsvinnuni hjá virkinum óviðkomandi.
Stk. 4. Útgjaldið pr. dag er útrokningargrundarlagið býtt við øllum døgum í árinum. Útgoldið verður fyri allar dagar, viðkomandi nýtir rættin at vera burtur frá arbeiði vegna barnsburð.
Stk. 5. Barsilspeningur verður roknaður og útgoldin afturút fyri ein mánað í senn.
Stk. 6. Barsilspeningur verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur eftir hvønn mánaða við tí freist, Barsilsskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.
Stk. 7. Um tann skattskylduga inntøkan er mett av skattamyndugleikunum, kann skattskylduga inntøkan ikki nýtast sum útrokningargrundarlag. Í slíkum førum ásetur Barsilsskipanin eitt fyribils útrokningargrundarlag, til skattskylduga inntøkan sambært stk. 2 er staðfest av skattamyndugleikunum.
Stk. 8. Barsilsskipanin kann krevja, at upplýsingarnar í hesi grein skulu váttast av ríkisgóðkendum ella skrásettum grannskoðara.

Uppsøgn

§ 6. Tann tryggjaði hevur rætt at siga upp tryggingina við einari uppsagnarfreist uppá ein mánað.
Stk. 2. Skrivlig uppsøgn skal vera Barsilsskipanini í hendi seinast í mánaðinum frammanundan tí fyrsta, sum uppsagnarfreistin sambært stk. 1 byrjar.

Fráboðanarskylda

§ 7. Tann tryggjaði hevur skyldu til at boða Barsilsskipanini frá øllum seinni broytingum í inntøkum, sum hava verið nýttar at rokna útgjøld sambært § 4.

§ 8. Verða broytingar gjørdar í inntøkunum, sum nýttar hava verið at rokna útgjøld sambært § 4, skal Barsilsskipanin gera nýggjar útrokningar.

Revsing

§ 9. 1) Latan av skeivum ella misvísandi upplýsingum sambært § 4 og § 5 kann revsast við sekt.

Gildiskoma

§ 10. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Skiftisreglur

§ 11. Persónar, sum hava teknað trygging eftir “lov om dagpenge ved sygdom eller fødsel” (dagpeningalógin), verða mettir at hava teknað trygging eftir § 3, stk. 1 frá tí degi teir teknaðu trygging eftir dagpeningalógini, um teir í seinasta lagi 1. august 2001 hava teknað trygging eftir reglunum í hesi kunngerð.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 22 frá 16. mars 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

2) Broytt við kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, har § 5 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2022 (Givið út: 8. september 2023).



Vinnumálastýrið, 31. mai 2001

Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)

Les eisini: Soleiðis teknar tú trygging til sjálvstøðugt vinnurekandi

Klikk undir snarslóðum.