Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan

Sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2023, kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018 og kunngerð nr. 98 frá 7.september 2023.

Við heimild í § 8, stk. 4, § 12, stk. 3, §14, stk. 2, § 15, stk. 2 og 3, § 25 og § 26 í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um Barsilsskipan, verður ásett:

Útgjald til arbeiðstakara

§ 1. Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum eftir § 12 í lógini ella útrokningargrundarlagnum eftir ásetingum í § 2, sbr. tó § 13, stk. 1 í lógini.
Stk. 2. 1) Hjá persóni, sum kemur undir ásetingarnar í § 12, stk. 1, 1. pkt. í lógini, verður útgjaldið pr. dag ásett við støði í útrokningargrundarlagnum býtt við øllum døgum í árinum. Útgoldið verður fyri allar dagar, viðkomandi nýtir rættin at vera burtur frá arbeiði vegna barnsburð.
Stk. 3. Barsilspeningur verður roknaður og útgoldin afturút fyri ein mánaða í senn.
Stk. 4. Barsilspeningur verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávístur eftir hvønn mánaða við tí freist, Barsilsskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.

Útrokningar- og útgjaldingargrundarlag fyri nýsett

§ 2. Fyri tey, ið beint undan fráveruni frá arbeiði vegna barsil hava verið á arbeiðsmarknaðinum í eitt styttri tíðarskeið enn tað í § 12, stk. 1, 1. pkt., nevnda, kann, í staðin fyri tað í § 12, stk. 1 í lógini ásetta útrokningartíðarskeið verða nýtt tað tíðarskeið, tey í royndum hava verið á arbeiðsmarknaðinum beint frammanundan fráveruni vegna viðgongu, barsil ella ættleiðing. Útrokningartíðarskeiðið kann tó ikki vera styttri enn 3 mánaðir.
Stk. 2. Útgjald pr. dag fyri tey, ið koma undir ásetingarnar í stk. 1, verður ásett við støði í útrokningargrundarlagnum býtt við øllum døgum í útrokningartíðarskeiðinum sbrt. stk. 1.

Umsóknir og upplýsingar

§ 3. 2) Umsókn um barsilspening skal latast Barsilsskipanini í seinasta lagi 1 ár eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin Barsilsskipanini innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
Stk. 2. Umsókn um barsilspening skal latast inn á serligum umsóknarblað frá Barsilsskipanini.
Stk. 3. 1) Í umsóknini skal umsøkjarin upplýsa og skjalprógva hesi viðurskifti:

  1. Váttan um nær mett verður, at barnið verður føtt, tá søkt verður um barsilspening áðrenn føðing.
  2. Um søkt verður um barsilspening fyri eitt tíðarskeið í upp til 8 vikur áðrenn barnsburð, sbr. § 9, stk. 1 í lógini, skal fylgja við læknaváttan um at tað fyri fostur og/ella mammuna stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.
  3. Nær barnið er føtt/ættleitt (føðibræv/ættleiðingarloyvi), tá søkt verður um barsilspening eftir føðing.
  4. Váttan um fulla skattskyldu og fastan bústað í Føroyum í tíðarskeiðnum søkt verður um barsilspening.
  5. Navn á arbeiðsgevara ella seinasta arbeiðsgevara, váttað av arbeiðsgevara.
  6. Fulla navn umsøkjarans, bústað, persóntal og lønarkontu og eftirlønarkontu í peningastovni.
  7. Nær farloyvið byrjar, longd tess og skipan, sum skal váttast av arbeiðsgevara ella arbeiðsgevarum.
  8. 2) 3) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.

Stk. 4. Barsilsskipanin kann, um tað verður mett neyðugt, krevja aðrar upplýsingar og nærri skjalaprógv, enn tey nevnd í stk. 3, áðrenn umsóknin um barsilspening verður góðkend.
Stk. 5. Barsilsskipanin rindar útreiðslur til læknaváttan v.m.
Stk. 6. Barsilsskipanin kann loyva eini 14 daga freist at útvega upplýsingar og skjalprógv sambært stk. 3 og 4. Um umsøkjarin ikki innan freistina í 1. pkt. hevur givið Barsilsskipanini ásettu skjalprógv og upplýsingar, fellur umsóknin um barsilspening burtur. Verður tað serliga umsóknarblaðið skeivt útfylt, kann Barsilsskipanin vísa umsóknini aftur. Barsilsskipanin kann áseta eina 14 daga freist fyri nýggjari umsókn, og at umsóknin fellur burtur, um ásetta freistin fyri innlatan av nýggjari umsókn ikki verður hildin.

Útgjald v.m. til arbeiðsgevara

§ 4. Arbeiðsgevari hevur rætt til barsilspening eftir § 15 í lógini.
Stk. 2. 1) Rinda fleiri arbeiðsgevarar løn til sama persón, sum er í barsilsfarloyvi, og røkkur barsilspeningur ikki til fult endurgjald til hvønn teirra, verður mánaðarliga endurgjaldið til hvønn teirra ásett soleiðis: Mánaðarlønin í farloyvistíðini frá arbeiðsgevaranum býtt við mánaðarlønini frá øllum arbeiðsgevarunum í farloyvistíðini faldað við 25.000.
Stk. 3. 1) Barsilspeningur verður roknaður og útgoldin fyri ein mánað í senn.
Stk. 4. Barsilspeningur verður útgoldin við tí freist, Barsilsskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.
Stk. 5. 2) Umsókn frá arbeiðsgevara um barsilspening skal latast Barsilsskipanini innan 1 ár eftir barnsburð ella, í sambandi við ættleiðing, eftir at tey hava fingið barnið. Er umsóknin ikki latin Barsilsskipanini innan hesa freist, fellur rætturin til barsilspening burtur.
Stk. 6. Umsókn um barsilspening skal latast inn á serligt umsóknarblað frá Barsilsskipanini.
Stk. 7. 1) Í umsóknini skal umsøkjarin upplýsa og skjalprógva hesi viðurskifti:

  1. Navn, bústað og V-tal.
  2. Møguligan ábyrgdarpersón.
  3. Lønarkontu í peningastovni.
  4. Navn, bústað og persóntal hjá arbeiðstakara í farloyvi vegna barnsburð v.m.
  5. Nær farloyvið byrjar, longd tess og skipan, sum skal váttast av arbeiðstakara.
  6. Goldin løn í farloyvistíðarskeiðinum, sum skal váttast av arbeiðstakara.
  7. (Strikað).

Stk. 8. Barsilsskipanin kann, um tað verður mett neyðugt, krevja aðrar upplýsingar og nærri skjalaprógv, enn tey nevnd í stk. 7, áðrenn umsóknin um barsilspening verður góðkend.

Barsilspeningur til persónar, sum hava inntøkur, sum ikki eru fult skattskyldugar í Føroyum

§ 5. Persónar, sum hava inntøkur, sum ikki eru fult skattskyldugar í Føroyum, kunnu fáa barsilspening grundað á hesar inntøkur, um:

  1. inntøkan er skattskyldug í einum øðrum landi,
  2. viðkomandi ikki hevur ella ikki longur hevur rætt til dagpening ella annað endurgjald fyri inntøkumiss í sambandi við barsil eftir lóggávuni í einum øðrum landi, og
  3. ein av fylgjandi tveimum treytum er lokin:

a) at viðkomandi hevur fastan bústað í Føroyum,
b) at viðkomandi hevur fastan bústað í Grønlandi ella Danmark, og inntøkan er vunnin í Føroyum ella á føroyskum skipi.

Stk. 2. Persónar við A-inntøku í Føroyum kunnu ikki fáa barsilspening samstundis, sum teir hava rætt til dagpening ella annað endurgjald fyri inntøkumiss í sambandi við barsil eftir lóggávuni í einum øðrum landi.
Stk. 3. Fær persónur løn frá útlendskum arbeiðsgevara í sambandi við fráveru orsakað av barsil, hevur arbeiðsgevarin rætt til barsilspening, sbr. § 4 í hesi kunngerðini og § 15 í lógini.

Umsitingarmyndugleiki

§ 6. 1) Viðgerð og avgerð av umsóknum um barsilspening frá Barsilsskipanini verður løgd til umsiting hjá TAKS, og heimildirnar, sum landsstýrismaðurin hevur eftir lógini og Barsilsskipanin eftir hesi kunngerð at taka avgerð um barsilspening og at útgjalda barsilspening og í tí sambandinum at krevja upplýsingar, verða latnar TAKS.

Eftirlit

§ 7. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at umsitingin av lógini fer fram sbrt. lógini og ásetingum settar sbrt. lógini, og landsstýrismaðurin kann frá umsitingarmyndugleikanum krevja allar upplýsingar, sum neyðugir eru fyri at útinna eftirlitið.

Revsing

§ 8. 2) Latan av skeivum ella misvísandi upplýsingum sambært § 3 og § 4 kann revsast við sekt.

Gildiskoma

§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Notir

1) Broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. (Útgivið: 09.12.2016)

2) Broytt við kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018, har § 2 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.(Útgivið: 23.03.2018)

3) Broytt við kunngerð nr. 98 frá 7. september 2023, har § 5 er soljóðandi: Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2022. (Útgivið: 08.09.2023)

Vinnumálastýrið, 31. mai 2001

Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður

/ Arne Poulsen (sign.)