Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Farloyvistíðin

Undir vanligum umstøðum eigur tú sum mamma barsilspening í 4 vikur áðrenn mettan barnsburð og 14 vikur eftir barnsburð. Harumframt fært tú barsilspening í 34 vikur til býtis við pápan ella sammóðurina. Longdin á farloyvistíðini broytist tó eftir umstøðunum, sum tú ert í.

Ein vika er 7 fylgjandi dagar.

Einburi

Áðrenn mettan barnsburð (termin)
Sum mamma hevur tú lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi, frá tí at 4 vikur eru eftir til mettan barnsburð. Við læknaváttan hevur tú eisini rætt til at fara í barsilsfarloyvi upp í 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, men fært tó ikki barsilspening í meira enn 8 vikur áðrenn. Læknaváttanin má røkka fram til í minsta lagi 4 vikur áðrenn mettan barnsburð. Annars er hon ikki galdandi.

Vikur kunnu ikki goymast til eftir barnsburð.

Eftir barnsburð 
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan ella sammóðurina, 14 til mammuna, og 34 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 52 vikur eftir barnsburð.

Fleirburar

Áðrenn mettan barnsburð
Sum mamma hevur tú lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi, frá tí at 4 vikur eru eftir til mettan barnsburð. Við læknaváttan hevur tú eisini rætt til at fara í barsilsfarloyvi upp í 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, men fært tó ikki barsilspening í meira enn 8 vikur áðrenn. Læknaváttanin má røkka fram til í minsta lagi 4 vikur áðrenn mettan barnsburð. Annars er hon ikki galdandi.

Vikur kunnu ikki goymast til eftir barnsburð.

Eftir barnsburð 
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá børnunum í til samans 56 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 56 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan ella sammóðurina, 14 til tín, og 38 eru til býtis.

Tá tú eigur fleirburar hevur pápin ella sammóðirin rætt til barsilsfarloyvi í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum (galdandi fyri øll, sum fáa børn frá og við 01.05.2025).

Tær 48 vikurnar kunnu nýtast, samstundis sum tú ert í barsilsfarloyvi og skulu verða nýttar innan 52 vikur eftir barnsburð.

Umsorganarpersónur
Um tú ert einsamøll við børnunum, kanst tú eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar (galdandi fyri foreldur, ið fáa børn eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025).

Ov tíðliga fødd og innleggingar

Børn, sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til og við 30. apríl 2025
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 60 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í allar vikurnar. Harav eru 4 til pápan ella sammóðurina, 14 til tín, og 42 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 60 vikur eftir barnsburð.

Ov tíðliga fødd (eftir 1. mai 2025)
Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, verða tær vikur, sum eru millum barnsburðardagin og terminsdagin í viðgonguni eftir umsókn lagdar afturat teimum 34 vikunum, foreldur kunnu býta sínámillum.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Innleggingar (eftir 1. mai 2025)
Um tú ella barnið verða innløgd á sjúkrahús innan tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð, ella barn verður innlagt tær fyrstu 56 vikurnar eftir ættleiðing, kann barsilsfarloyvið eftir umsókn verða longt soleiðis, at tær vikur tú ella barnið eru innløgd, verða lagdar afturat teimum 34 vikunum foreldur kunnu býta sínámillum. 

Um tú verður innløgd á sjúkrahús, kann farloyvið bert leingjast, um tú ert innløgd vegna fylgjur av barnsburði ella um barnið má innleggjast við tær.

Barsilsfarloyvið skal í minsta lagi verða longt 2 vikur hvørja ferð og kann í mesta lagi verða longt upp í 26 vikur tilsamans (bert galdandi fyri innleggingar eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025 og til ávikavist 52 vikur eftir barnsburð ella 56 vikur eftir ættleiðing).

Um barn doyr

Doyr barn í barsilstíðini, dettur rætturin til barsilspening burtur eftir hendan dag. Fært tú barsilspening, er umráðandi at boða Barsilsskipanini frá sum skjótast fyri at steðga gjaldinum, so at tú ikki fert at skylda nakað.

Set teg síðan í samband við Almannaverkið um møguleikan at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í staðin. Tað er, um barnið doyr eftir viku 22. Doyr tað áðrenn hetta, skalt tú seta teg í samband við kommunulæknan hjá tær.

Ættleiðing og fyribils staðseting

Áðrenn móttøku
Ættleiðingarforeldur hava lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi í upp til 4 vikur til at fara uttanlands eftir barninum. Rætturin er treytaður av, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.

Aftan á móttøku
Aftan á móttøku hava ættleiðingarforeldrini lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 56 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Av hesum kunnu tey fáa barsilspening samstundis í 4 vikur. Eftir 1. mai 2025 kunnu tey fáa barsilspening samstundis í 8 vikur.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 56 vikur eftir móttøku.

Ættleiða 2 ella fleiri børn (fyri børn móttikin eftir 1. mai 2025)
Foreldur, sum ættleiða 2 ella fleiri børn í senn, hava rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 48 vikur afturat teimum 8 vikunum.

Umsorganarpersónur (fyri børn móttikin eftir 1. mai 2025)
Ættleiðir tú 2 ella fleiri børn í senn, og ert einsamøll við børnunum, kanst tú eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar, sum pápin ella sammóðirin annars høvdu fingið.

Fyribils staðseting (eftir 1. mai 2025)
Tá ið eitt barn, ið skal ættleiðast uttan samtykki, verður fyribils staðsett hjá tí umsøkjara, sum barnið er ávíst til við atliti at ættleiðing sbrt. § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing, hevur umsøkjari rætt til barsilsfarloyvi eftir somu treytum sum foreldur, ið ættleiða barn.

Einsamøll við barninum?

So fært tú allar vikurnar sjálv, eisini tær fýra vikurnar hjá pápanum ella sammóðurini. Í barsilshøpi ert tú einsamøll við barninum, um pápin ella sammóðirin ikki er til staðar.

Umsorganarpersónur
Um tú eigur fleirburar ella ættleiðir 2 ella fleiri børn í senn, kanst tú eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar pápin ella sammóðirin annars høvdu fingið (galdandi fyri foreldur, ið fáa børn eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025).