Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Farloyvistíðin

Undir vanligum umstøðum eigur tú sum mamma barsilspening í 4 vikur áðrenn mettan barnsburð og 14 vikur eftir barnsburð. Harumframt fært tú barsilspening í 34 vikur til býtis við pápan ella sammóðurina. Longdin á farloyvistíðini broytist tó eftir umstøðunum, sum tú ert í.

Ein vika er 7 fylgjandi dagar.

Einburi

Áðrenn mettan barnsburð (termin)
Sum mamma hevur tú lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi, frá tí at 4 vikur eru eftir til mettan barnsburð. Við læknaváttan hevur tú eisini rætt til at fara í barsilsfarloyvi upp í 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, men fært tó ikki barsilspening í meira enn 8 vikur áðrenn. Læknaváttanin má røkka fram til í minsta lagi 4 vikur áðrenn mettan barnsburð. Annars er hon ikki galdandi.

Vikur kunnu ikki goymast til eftir barnsburð.

Eftir barnsburð (barn, sum er føtt 1. januar 2021 ella seinni)
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan (ella sammóðurina eftir 1. januar 2022), 14 til mammuna, og 34 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 52 vikur eftir barnsburð.

Fleirburar

Áðrenn mettan barnsburð
Sum mamma hevur tú lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi, frá tí at 4 vikur eru eftir til mettan barnsburð. Við læknaváttan hevur tú eisini rætt til at fara í barsilsfarloyvi upp í 13 vikur áðrenn mettan barnsburð, men fært tó ikki barsilspening í meira enn 8 vikur áðrenn. Læknaváttanin má røkka fram til í minsta lagi 4 vikur áðrenn mettan barnsburð. Annars er hon ikki galdandi.

Vikur kunnu ikki goymast til eftir barnsburð.

Eftir barnsburð (børn, sum eru fødd 1. januar 2021 ella seinni)
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá børnunum í til samans 56 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 56 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan (ella sammóðurina eftir 1. januar 2022), 14 til mammuna, og 38 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 56 vikur eftir barnsburð.

Barnsburður áðrenn viku 32 (prematur)

Børn, sum eru fødd 1. januar 2021 ella seinni

Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 60 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í allar vikurnar. Harav eru 4 til pápan (ella sammóðurina eftir 1. januar 2022), 14 til mammuna, og 42 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 60 vikur eftir barnsburð.

Um barn doyr

Doyr barn í barsilstíðini, dettur rætturin til barsilspening burtur eftir hendan dag. Fært tú barsilspening, er umráðandi at boða Barsilsskipanini frá sum skjótast fyri at steðga gjaldinum, so at tú ikki fert at skylda nakað.

Set teg síðan í samband við Almannaverkið um møguleikan at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í staðin. Tað er, um barnið doyr eftir viku 22. Doyr tað áðrenn hetta, skalt tú seta teg í samband við kommunulæknan hjá tær.

Ættleiðing

Áðrenn móttøku
Ættleiðingarforeldur hava lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi í upp til 4 vikur til at fara uttanlands eftir barninum.

Aftan á móttøku
Aftan á móttøku hava ættleiðingarforeldrini lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 56 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Av hesum kunnu tey fáa barsilspening samstundis í 4 vikur.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 56 vikur eftir móttøku.

Einsamøll við barninum?

So fært tú allar vikurnar sjálv, eisini tær fýra vikurnar hjá pápanum ella sammóðurini. Í barsilshøpi ert tú einsamøll við barninum, um pápin ella sammóðirin ikki er til staðar.