Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Treytirnar fyri at fáa barsilspening

Fyri at fáa barsilspening sum mamma skalt tú:

  1. fara frá arbeiði, tí at ert við barn/hevur átt ella skalt ættleiða/hevur ættleitt,
  2. vera um barnið í farloyvistíðini,
  3. hava fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum,
  4. síðsta árið hava havt A-inntøku
  5. og/ella hava havt B-inntøku, sum trygging er teknað fyri.
Hetta merkja treytirnar

Niðanfyri greina vit treytirnar fyri at fáa útgjald úr Barsilsskipanini, um tú ert kvinna við vanligari A-inntøku. Ert tú lesandi, sjálvstøðugt vinnurekandi, B-løntakari ella siglir undir FAS, les longri niðri á síðuni. 

1. fara frá arbeiði, tí at ert við barn/hevur átt ella skalt ættleiða/hevur ættleitt
Tú skalt fara frá arbeiðinum hjá tær, tí at tú skjótt skalt blíva mamma ella ert blivin tað.

2. vera um barnið í farloyvistíðini
Tú skalt passa barnið ta tíðina, tú fært barsilspening fyri. Ert tú heima 100%, fært tú 100%. Ert tú heima 50%, fært tú 50%.

Sig til dømis, at tú hevur tvey A-inntøkugevandi størv, áðrenn tú fert í farloyvi, og vilt halda áfram við øðrum. Tá verður inntøkan frá hesum starvi síðsta árið ikki tikin við í útrokningargrundarlagið av barsilspeninginum, og hann minkar harvið samsvarandi. Sig hinvegin, at fert í nýtt parttíðarstarv, eftir at tú ert farin í farloyvi. Tá verður inntøkan frá hesum starvi í staðin mótroknað í barsilspeninginum, tí møguleiki var ikki at gera tað áðrenn. Til parttíðarstørv hoyra eisini A-inntøkugevandi nevndarsessir. Vilt tú halda áfram í slíkum sessi, gev tá Barsilsskipanini boð um navn og v-tal hjá arbeiðsgevaranum og um tíðarskeiðið, tú røkir sessin.

B-inntøka verður ikki mótroknað.

3. hava fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum
At hava fastan bústað í Føroyum merkir í barsilshøpi, at tú býrt her, tá ið farloyvið byrjar. Tað er, at tú sambært Landsfólkayvirlitinum hevur adressu her tá. Um tú síðan flytur í annað Norðurland, ávirkar ikki barsilsútgjaldið, men tú skalt búgva her, tá ið farloyvið byrjar. Les meira um hetta undir snarslóðum: "At flyta til og úr Føroyum".

At hava fulla skattskyldu í Føroyum merkir, at tú rindar skatt og øll almenn gjøld í Føroyum. Almenn gjøld eru heilsutrygdargjald, barsilsgjald, kringvarpsgjald, arbeiðsloysisgjald og kravt eftirlønargjald. Tó rinda persónar undir 24 ár ikki kringvarpsgjald, og persónar undir 21 ár kunnu velja, um teir rinda eftirlønargjald.

4. síðsta árið hava havt A-inntøku
A-inntøka er løn, sum tú fært frá einum arbeiðsgevara aftur fyri arbeiði, sum tú gert fyri hann. A-inntøka kann eisini vera ALS-útgjald, dagpeningur og forsorgargjald fyri at vera heima hjá sjúkum barni. A-inntøka verður skattað, áðrenn hon kemur á kontu. Tey, sum fáa A-inntøku, verða eisini kallað lønmótakarar. Barsilsgjaldið verður roknað eftir A-inntøkuni hjá tær seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar. Mesta útgjald er 25.000 kr. um mánaðin. Les meira um tað undir snarslóðum: “Útgjaldsupphæddin“.

5. og/ella hava havt B-inntøku, sum trygging er teknað fyri
B-inntøka er inntøka frá sjálvstøðugum virksemi, til dømis við at tú hevur egna fyritøku, har tú veitir vørur og tænastur og fært inntøku frá kundunum. Tað verður eisini roknað sum B-inntøka, um tú fært løn frá útlendskum arbeiðsgevara. B-inntøka verður skattað, við at tú letur inn roknskap og sjálvuppgávu til TAKS.

Hevur tú/hevur tú havt slíka B-inntøku síðsta árið, til dømis tí at tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi ella B-lønmóttakari, mást tú tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. Les um hetta longri niðri á síðuni undir “Um tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi”, “Um tú ert B-lønmóttakari” og “Um tú siglir undir FAS".

Um tú ert lesandi

Tú kanst fáa barsilspening, samstundis sum tú gongur í skúla og fært studning. Studningur er tó ikki A-inntøka og telur tí ikki við, tá ið barsilspeningurin verður roknaður. Til tess mást tú hava havt annað inntøkugevandi arbeiði síðsta árið, áðrenn farloyvið byrjar.

Tú hevur eisini møguleikan at fáa barnsburðarfarloyvisstudning frá Studna. Les meira um hetta undir snarslóðum: “Barnsburðarfarloyvisstudningur til lesandi”.

Um tú lesur í Norðurlondum og flytur til Føroya
Mótsett Føroyum er studningur A-inntøka í øðrum norðurlondum. Flytur tú til Føroya, kanst tú tískil telja studningin við, tá ið barsilsgjaldið verður roknað. Gert tú tað, kanst tú hinvegin ikki halda áfram at móttaka studningin úr fráflytingarlandinum. Les meira undir snarslóðum: “At flyta til og úr Føroyum”.

Um tú ert arbeiðsleys

Ert tú arbeiðsleys og fært útgjald frá Arbeiðsloysisskipanini (ALS-gjald), kanst tú brúka tað sum grundarlag til at rokna títt barsilsgjald. Tá ið tú søkir, skal ALS vátta umsóknina hjá tær, tí ALS er at rokna sum arbeiðsgevari tín.

Fylg annars vanligu treytunum og mannagongdunum, sum lýstar eru omanfyri undir “Hetta merkja treytirnar”.

Um tú ert sjálvstøðugt vinnurekandi

Sum sjálvstøðugt vinnurekandi mást tú tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. Tryggingin kostar 3.000 kr. um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í minst 1 ár áðrenn fyrsta útgjald.

Les meira undir snarslóðum: “Trygging”
Har sært tú umsóknarblað og tryggingartreytir.

Um tú ert B-løntakari

Ert tú løntakari og fært løn tína sum B-inntøku, til dømis tí tú hevur útlendskan arbeiðsgevara, mást tú tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. Tryggingin kostar 3.000 kr. um árið og skal hava verið í gildi samanhangandi í minst 1 ár áðrenn fyrsta útgjald.

Les meira undir snarslóðum: “Trygging”
Har sært tú umsóknarblað og tryggingartreytir.

Um tú siglir undir FAS

Ert tú norðurlendingur og siglir við skipi, sum er skrásett í Føroya altjóða skipaskrá (FAS), mást tú tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. Tryggingargjaldið er 0,86 % av A-inntøkuni, sum tú tjenar sum avmarkað skattskyldig undir FAS-skipanini, eftir at tryggingin er teknað. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minst 1 ár áðrenn fyrsta útgjald.

Les meira undir snarslóðum: “Trygging”
Har sært tú umsóknarblað og tryggingartreytir.