Útgjaldsupphæddin
Barsilsgjaldið verður roknað eftir miðal mánaðarligu a-inntøkuni hjá tær seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar. Mesta útgjald er 30.000 kr. um mánaðin. Hevur tú tjent minni, fært tú minni. Hevur tú tjent meira, mást tú vera tann peningin fyriuttan, um tú ikki hevur aðra avtalu við arbeiðsgevaran hjá tær. Umframt útgjaldið fært tú eisini 10% í bundnum eftirlønargjaldi.
Útgjaldsupphæddin kann verða ávirkað av fleiri viðurskiftum. Les um tey niðanfyri.
Arbeiðir tú í farloyvistíðini, verður barsilspeningurin mótroknaður ella rindaður aftur eftir rokning fyri teir dagar, arbeitt hevur verið. Inntøka eftir tær fyrstu 30.000 kr. um mánaðin ávirkar tó ikki barsilspeningin.
B-inntøka verður ikki mótroknað, um tú tekur upp arbeiði.
Tú skalt passa barnið ta tíðina, tú fært barsilspening fyri. Ert tú heima frá arbeiði 100%, fært tú 100%. Ert tú heima frá arbeiði 50%, fært tú 50%.
Sig til dømis, at tú hevur tvey a-inntøkugevandi størv, áðrenn tú fert í farloyvi, og vilt halda áfram við øðrum. Tá verður inntøkan frá hesum starvi síðsta árið ikki tikin við í útrokningargrundarlagið av barsilspeninginum, og hann minkar harvið samsvarandi.
Sig hinvegin, at tú fert í nýtt parttíðarstarv, eftir at tú ert farin í farloyvi. Tá verður inntøkan frá hesum starvi í staðin mótroknað í barsilspeninginum, tí møguleiki var ikki at gera tað áðrenn. Til parttíðarstørv hoyra eisini a-inntøkugevandi nevndarsessir. Vilt tú halda áfram í slíkum sessi, gev tá Barsilsskipanini boð um navn og v-tal hjá arbeiðsgevaranum og um tíðarskeiðið, tú røkir sessin.
B-inntøka verður ikki mótroknað.
Hevur tú beint undan fráveruni verið á arbeiðsmarknaðinum í eitt tíðarskeið millum 3 og 12 mánaðir, verður barsilspeningurin útroknaður við grundarlagi í hesum tíðarskeiði. Barsilspeningurin hjá øllum øðrum verður útroknaður við grundarlagi í inntøkuni seinastu 12 mánaðirnar undan fráveruni.
Nýsett ert tú, um tú síðsta árið:
- ert liðug við skúla og byrjað at arbeiða,
- ert liðug við skúla og farin í ALS,
- ert á arbeiðsmarknaðinum fyrstu ferð.
Ert tú nýsett, skal arbeiðsgevarin upplýsa byrjanardagin í teigi 4 á oyðublaðnum “Umsókn um barsilspening, løntakari.”
Útrokningargrundarlagið verður funnið við at býta við øllum døgunum í útrokningartíðarskeiðnum. Útrokningartíðarskeiðið verður tó ikki minni enn tríggjar mánaðir.
Hevur tú til dømis verið á arbeiðsmarknaðinum seinastu fýra mánaðirnar, áðrenn barsilsfarloyvið byrjaði, verður útrokningargrundarlagið funnið við at býta inntøkuna við 4. Hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum styttri enn 3 mánaðir, áðrenn barsilsfarloyvi byrjaði, verður útrokningargrundarlagið funnið við at býta inntøkuna við 12.
Vanliga fært tú barsilsgjaldið á kontu síðst í mánaðinum. Goldið verður afturút.
Yvirlit yvir útgjaldsdagar sæst í kalendaranum á forsíðuni og undir snarslóðum.
Barsilsgjaldið verður flutt á kontuna, sum er upplýst í umsóknini. Vilt tú broyta nummarið, skalt gera tað áðrenn síðsta gerandisdag í útgjaldsmánaðinum. Tú kanst tó altíð broyta nummarið, men so kemur peningurin kanska ikki á nýggja kontuna fyrr enn næsta útgjald aftur.
Tú hevur skyldu til at geva Barsilsskipanini boð um allar broytingar, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Til dømis um tú arbeiðir í farloyvistíðini, flytur í annað land, ikki kanst vera um barnið o.s.fr.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15. Tú kanst eisini senda boðini til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn..
Barsilsskipanin kann krevja útgoldnan barsilspening aftur, um tú hevur givið skeivar ella ongar upplýsingar um umstøður, sum hava týdning fyri útgjaldið.