Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Eru barsilspengar tað sama sum barnapengar?

Nei, barsilspengar og barnapengar eru hvør sítt.

Barsilspengar eru gjald, sum foreldur fáa frá Barsilsskipanini, so at tey kunnu vera frá arbeiði fyri at vera saman við barni sínum ta fyrstu tíðina í lívi barnsins. Tað er henda síða um.

Barnapengar hinvegin eru gjald, sum annað foreldrið rindar hinum fyri barnsins uppihald, um foreldrini ikki búgva saman. Barnapengar verða eisini kallaðir barnagjald í forskoti. Almannaverkið umsitur skipanina. Tú finnur heimasíðu tess undir snarslóðum.

Hevur tú ein spurning?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til barsil@taks.fo. Vit vegleiða fegin.