Hvussu kæri eg eina avgerð hjá Barsilsskipanini?
Ein avgerð hjá Barsilsskipanini kann kærast til Kærunevndina hjá Barsilsskipanini. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at avgerðin er framkomin.
Send kæruna við vanligum brævi til:
Kærunevndin hjá Barsilsskipanini
c/o Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postrúm 45
110 Tórshavn
ella við teldubrævi til:
fks@fks.fo.
Sí snarslóðir: "Kærunevndin hjá Barsilsskipanini". Undir snarslóðum sært tú eisini kunngerðina um kærunevndina.
Avgerðir, sum Kærunevndin hjá Barsilsskipanini hevur tikið, kunnu lesast í avgerðasavninum hjá Føroya Kærustovni. Sí leinki undir snarslóðum.
Tað gongur ein løta at heinta. Tá ið tú kemur til síðuna, vel "Kærunevndin hjá Barsilsskipanini" í ovasta valglugga og trýst á "Leita". So sært tú allar avgerðir. Leitar tú eftir ávísari avgerð, fyll út fleiri valgluggar.