Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Farloyvistíðin

Undir vanligum umstøðum eigur tú sum pápi ella sammóðir barsilspening í 4 vikur eftir barnsburð. Harumframt fært tú barsilspening í 34 vikur til býtis við mammuna. Longdin á farloyvistíðini broytist tó eftir umstøðunum, sum tú ert í.

Ein vika er 7 fylgjandi dagar.

Les meira niðanfyri.

Einburi

Áðrenn mettan barnsburð*
Sum pápi ella sammóðir hevur tú ikki rætt til at fara í barsilsfarloyvi áðrenn mettan barnsburð.

*) Mettur barnsburður er tað sama sum termin.

Eftir barnsburð (barn, sum er føtt 1. januar 2021 ella seinni)
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan ella sammóðurina, 14 til mammuna, og 34 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 52 vikur eftir barnsburð.

Fleirburar

Áðrenn mettan barnsburð
Sum pápi ella sammóðir hevur tú ikki rætt til at fara í barsilsfarloyvi áðrenn mettan barnsburð.

Eftir barnsburð (børn, sum eru fødd 1. januar 2021 ella seinni)
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá børnunum í til samans 56 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 56 av hesum vikum. Harav eru 4 til pápan ella sammóðurina, 14 til mammuna, og 38 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 56 vikur eftir barnsburð.

Barnsburður áðrenn viku 32 (prematur)

Børn, sum eru fødd 1. januar 2021 ella seinni

Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 60 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í allar vikurnar. Harav eru 4 til pápan ella sammóðurina, 14 til mammuna, og 42 eru til býtis.

Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 60 vikur eftir barnsburð.

Um barn doyr

Barsilsfarloyvi

Doyr barn í móðurlívi, hevur tú rætt til barsilsfarloyvi, um lækni váttar, at talan er um barnsburð. Doyr barnið eftir føðing, hevur tú eisini rætt til barsilsfarloyvi.

Vikurnar eftir 14. viku kunnu bert nýtast av mammuni. Doyr barnið í hesum vikum, heldur barsilstíðin hjá tær uppat, um tú tá frammanundan hevur brúkt tínar fýra vikur.

Verður ikki váttað, at talan er um barnsburð, hevur tú ikki rætt til barsilsfarloyvi.

Barsilspeningur

Doyr barnið í móðurlívi ella í barsilstíðini, er týdningarmikið at fráboða barsilsskipanini hetta beinanvegin, so tú ikki kemur í eftirstøðu við at fáa ov nógvan barsilspening útgoldnan.

Doyr barnið í móðurlívi eftir 22. viku ella í barsilstíðini skalt tú seta teg í samband við Almannaverkið um møguligt endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku sambært Løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, §25, stk. 5. Sí leinki í høgra bredda.

Um mamman doyr ella ikki kann vera um barnið fyri sjúku

Doyr mamman, ella verður við læknaváttan staðfest, at hon kann ikki vera um barnið fyri sjúku, hevur tú rætt til barsilspeningin tær 14 mammuvikurnar eftir barnsburð.

Ættleiðing

Áðrenn móttøku
Ættleiðingarforeldur hava lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi í upp til 4 vikur til at fara uttanlands eftir barninum.

Aftan á móttøku
Aftan á móttøku hava ættleiðingarforeldrini lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 56 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Av hesum kunnu tey fáa barsilspening samstundis í 4 vikur.

Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 56 vikur eftir móttøku.

Einsamallur við barninum?

So fært tú allar vikurnar sjálvur, eisini mammuvikurnar, sum mamman ikki hevur brúkt. Í barsilshøpi ert tú einsamallur við barninum, um mamman ikki er til staðar.