Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Hvør skal søkja, tú ella arbeiðsgevarin?

Fakfelagssáttmálar áseta vanliga, hvussu stóran part av farloyvistíðini, tú hevur rætt til løn frá arbeiðsgevaranum. Alla, ein part ella onga. Hetta ger av, hvør tykkara skal søkja um barsilspening.

  • Hevur tú rætt til løn frá arbeiðsgevaranum alla farloyvistíðina, skalt tú onga umsókn senda. Tá fært tú tína løn.
  • Hevur tú rætt til løn ein part av farloyvistíðini, skalt tú bara senda umsókn fyri tann partin, sum tú ikki fært løn í.
  • Hevur tú ikki rætt til løn í farloyvistíðini yvirhøvur, kanska tí tú ongan fakfelagssáttmála hevur, skalt tú senda inn umsókn fyri alla farloyvistíðina.
Galdandi fakfelagssáttmálar

Galdandi fakfelagssáttmálar finnur tú á heimasíðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Sí snarslóðir.

Ivast tú?

Ivast tú, hvat stendur í tínum sáttmála um barsilspening, og hvør ið skal søkja, er best at spyrja arbeiðsgevaran hjá tær ella fakfelagið. Barsilsskipanin ráðgevur ikki um hetta.