Farloyvistíðin
Undir vanligum umstøðum eigur tú sum sammóðir barsilspening í 4 vikur eftir barnsburð. Harumframt fært tú barsilspening í 34 vikur til býtis við mammuna. Longdin á farloyvistíðini broytist tó eftir umstøðunum, sum tú ert í.
Ein vika er 7 fylgjandi dagar.
Áðrenn mettan barnsburð*
Sum sammóðir hevur tú ikki rætt til at fara í barsilsfarloyvi áðrenn mettan barnsburð.
*) Mettur barnsburður er tað sama sum termin.
Eftir barnsburð (barn, sum er føtt 1. januar 2021 ella seinni)
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 52 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Harav eru 4 til sammóðurina, 14 til mammuna, og 34 eru til býtis.
Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.
Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 52 vikur eftir barnsburð.
Áðrenn mettan barnsburð
Sum sammóðir ella umsorganarpersónur hevur tú ikki rætt til at fara í barsilsfarloyvi áðrenn mettan barnsburð.
Eftir barnsburð
Eftir barnsburð hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá børnunum í til samans 56 vikur. Harav eru 4 til tín, 14 til mammuna, og 38 eru til býtis.
Fáa tit fleirburar hevur tú rætt til barsilsfarloyvi í 48 vikur afturat teimum 4 vikunum (galdandi fyri øll, sum fáa børn frá og við 01.05.2025).
Tær 48 vikurnar kunnu nýtast, meðan mamman er í barsilsfarloyvi og skulu verða nýttar innan 52 vikur eftir barnsburð.
Umsorganarpersónur
Um tú ert einsamøll við børnunum, kanst tú eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar (galdandi fyri foreldur, ið fáa børn eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025).
Ov tíðliga fødd
Børn, sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til og við 30. apríl 2025
Eftir barnsburð fyri viku 32 hava foreldur lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í tilsamans 60 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í allar vikurnar. Harav eru 4 til tín, 14 til mammuna, og 42 eru til býtis.
Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.
Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 60 vikur eftir barnsburð
Børn, sum eru fødd 1. mai 2025 ella seinni
Verða barn ella børn fødd áðrenn viku 37 í viðgonguni, verða tær vikur, sum eru millum barnsburðardagin og terminsdagin í viðgonguni eftir umsókn lagdar afturat teimum 34 vikunum, foreldur kunnu býta sínámillum.
Í vikunum, sum eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað foreldrið, sum ikki fær barsilspening, kann tó vera heima í feriu við løn.
Innleggingar
(frá og við 1. mai 2025)
Um barn verður innlagt á sjúkrahús innan tær fyrstu 52 vikurnar eftir barnsburð ella tær fyrstu 56 vikurnar eftir ættleiðing, kann barsilsfarloyvið eftir umsókn verða longt soleiðis, at tær vikur barnið er innlagt, verða lagdar afturat teimum 34 vikunum foreldur kunnu býta sínámillum.
Barsilsfarloyvið skal í minsta lagi verða longt 2 vikur hvørja ferð og kann í mesta lagi verða longt upp í 26 vikur tilsamans (bert galdandi fyri innleggingar eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025 og til ávikavist 52 vikur eftir barnsburð ella 56 vikur eftir ættleiðing).
Doyr barn í barsilstíðini, dettur rætturin til barsilspening burtur eftir hendan dag. Fært tú barsilspening, er umráðandi at boða Barsilsskipanini frá sum skjótast fyri at steðga gjaldinum, so at tú ikki fert at skylda nakað.
Set teg síðan í samband við Almannaverkið um møguleikan at fáa endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í staðin. Tað er, um barnið doyr eftir viku 22. Doyr tað áðrenn hetta, skalt tú seta teg í samband við kommunulæknan hjá tær.
Doyr mamman, ella verður við læknaváttan staðfest, at hon kann ikki vera um barnið fyri sjúku, hevur tú rætt til barsilspeningin tær 14 mammuvikurnar eftir barnsburð.
Áðrenn móttøku
Ættleiðingarforeldur hava lógartryggjaðan rætt til at fara í barsilsfarloyvi við barsilspeningi í upp til 4 vikur til at fara uttanlands eftir barninum. Rætturin er treytaður av, at viðkomandi er staddur uttanlands eftir barninum.
Aftan á móttøku
Aftan á móttøku hava ættleiðingarforeldrini lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum í til samans 56 vikur. Tey hava rætt til barsilspening í 52 av hesum vikum. Av hesum kunnu tey fáa barsilspening samstundis í 4 vikur. Eftir 1. mai 2025 kunnu tey fáa barsilspening samstundis í 8 vikur.
Vikurnar við barsilspeningi skulu brúkast innan 56 vikur eftir móttøku.
Ættleiða tvey ella fleiri børn (fyri børn móttikin eftir 1. mai 2025)
Foreldur, sum ættleiða tvey ella fleiri børn í senn, hava rætt til barsilsfarloyvi samstundis í 48 vikur afturat teimum 8 vikunum.
Umsorganarpersónur (fyri børn móttikin eftir 1. mai 2025)
Ættleiðir tú tvey ella fleiri børn í senn, og ert einsamøll við børnunum, kanst tú eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar, sum mamman annars hevði fingið.
Fyribils staðseting (eftir 1. mai 2025)
Tá ið eitt barn, ið skal ættleiðast uttan samtykki, verður fyribils staðsett hjá tí umsøkjara, sum barnið er ávíst til við atliti at ættleiðing sbrt. § 39 a í løgtingslóg um ættleiðing, hevur umsøkjari rætt til barsilsfarloyvi eftir somu treytum sum foreldur, ið ættleiða barn.
So fært tú allar vikurnar sjálv, eisini mammuvikurnar, sum mamman ikki hevur brúkt. Í barsilshøpi ert tú einsamøll við barninum, um mamman ikki er til staðar.
Umsorganarpersónur
Um tú fært fleirburar ella ættleiðir tvey ella fleiri børn í senn, kanst tú eftir umsókn lata einum umsorganarpersóni tær 48 vikurnar mamman annars hevði fingið (galdandi fyri foreldur, ið fáa børn eftir at løgtingslógin er komin í gildi 01.05.2025).