Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 12
Telefon

Fráboðanarskylda

Tú hevur skyldu til at geva Barsilsskipanini boð um allar broytingar, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Til dømis um tú arbeiðir í farloyvistíðini, flytur í annað land, ikki kanst vera um barnið o.s.fr.

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 12. Tú kanst eisini senda boðini til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Barsilsskipanin kann krevja útgoldnan barsilspening aftur, um tú hevur givið skeivar ella ongar upplýsingar um umstøður, sum hava týdning fyri útgjaldið.