Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Trygging til B-løntakarar

Ert tú B-løntakari, mást tú tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. B-løntakari ert tú til dømis, um tú hevur útlendskan arbeiðsgevara.

Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minst 1 ár, áðrenn barsilsfarloyvið kann byrja.

Harumframt skalt tú:

  • hava fastan bústað í Føroyum,
  • hava fulla skattskyldu í Føroyum.

Soleiðis teknar tú tryggingina
Fyll út umsóknarblaðið “Trygging av barsilspeningi, B-løntakarar” og send til Barsilsskipanina á Mínboks ella við vanligum brævi til Barsilsskipanina, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú finnur umsóknarblaðið undir oyðubløðum her á síðuni.

Tryggingin kann teknast frá tí degi, tú byrjar í B-inntøkugevandi starvinum. Tryggingin fær í fyrsta lagi gildi frá tí degi, umsóknin er framkomin.

Tryggingargjald
Tryggingargjaldið er 3.000 kr. um árið og verður goldið til TAKS, sum umsitur gjaldið vegna Barsilsskipanina. Rokning verður send saman við brævinum um, at tryggingin er játtað.

Kemur tryggingin ikki í gildi við ársbyrjan, minkar tryggingargjaldið fyrsta árið samsvarandi, so at tú bert rindar fyri teir dagar, tryggingin er galdandi.

Uppsøgn 
Tú kanst siga tryggingina upp við eini freist upp á ein mánað, galdandi frá tí fyrsta í mánaðinum eftir, at uppsøgnin er Barsilsskipanini í hendi.